Home Fólk & Samfelag Námsfrøðingar og Varaleiðara

Námsfrøðingar og Varaleiðara

by OML

Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum 40 tíma viku (møguleiki er fyri færri tímum), at byrja 12.august 2019 ella eftir nærri avtalu.

Eisini søkja vit  eftir 1varaleiðara 40 tíma viku við leiðslutímum, at byrja 12.august 2019 ella eftir nærri avtalu.

Stovnurin er normeraður til børn í aldrinum 0 til 7 ár.

Vit kunnu bjóða tær:

Ein stovn í menning, har tú hevur møguleika, at seta tín dám á dagligdagin.

Ein vælvirkandi starvsfólkabólk.

Eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Vit ynskja:

At tú hevur góð samstarvsevnir.

At tú ert nýhugsandi og jalig-ur.

At tú megnar at arbeiða sjálvsstøðugt.

At tú ert opin og erlig -ur

At tú dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.

At tú ábyrdarfull-ur og røkin.

At tú hevur áhuga og forvitni í tí námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum.

Tú kanst fara inn á heimasíðuna  www.margretha.fo og lesa meira um okkum.

Lønar- og setunarviðurskiftir eru eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag og er lønarsatsurin 11 / 19 og 13 / 22 – 21 / 35

Um ikki námsfrøðingar søkja námsfrøðiligu størvini, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Umsøkn við avritið av prógvi og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi  sunnudagin tann 9.juni 2019.

 

Dr. Margrethu Barnagarð

Gerðagøta 14,

Fo- Klaksvík

Ella til: margretha@margretha.fo

Meira fæst at vita um størvini, við at ringja til leiðaran Marjuna Lassen 455557 / 212557 ella varaleiðaran Dianu Bertholdsen á tlf. 556648 .

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.