Home VinnutíðindiFiskivinna Vørn hevur fingið nýggja heimasíðu og nýggjan fiskiloyvisportal

Vørn hevur fingið nýggja heimasíðu og nýggjan fiskiloyvisportal

by OML

Nýggja heimasíðan er snøgg og brúkaravinarlig. Hon samlar heimasíðurnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum og MRCC og gevur sum heild eitt betri innlit í stovnin. Heimasíðan er gjørd til teldur, teldlar og fartelefonir.

Vørn hevur eisini fingið ein nýggjan fiskiloyvisportal, sum hevur fingið navnið Torvan og er at finna á www.torvan.fo.

Frameftir skulu øll fiskiloyvi søkjast á Torvuni. Ein stovnar ein brúkara og velur síðani tað fiskiloyvið, ein vil søkja um. Hereftir verður goldið, og umsóknin verður send okkum talgilt. Um umsóknin verður gingin á møti, verða boð send, og fiskiloyvið verður at finna á Torvuni og á Teyggjuni, har tað kann prentast út. Vørn fer í hesum sambandi ikki at senda fiskiloyvi við postinum longur.

Tó er ikki neyðugt at stovna brúkara fyri at søkja um fiskiloyvi í bólki 5. Her fer ein beinleiðis til umsóknina. 

Vit vóna, at tit fara at taka væl ímóti heimasíðuni og Torvuni.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.