Home Vinnutíðindi Vøkstur í realkredittlánum hjá BankNordik

Vøkstur í realkredittlánum hjá BankNordik

by OML

BankNordik hevur í dag kunngjørt roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing, sum var
merktur av øktum virksemi, vøkstri í realkredittfígging og einum framhaldandi
lágum rentustøði. Úrslitið fyri skatt gjørdist 65 mió. kr., og útlitini fyri restina
av árinum eru góð.

Føroyskar fyritøkur og privat húsarhald eru sum heild væl fyri fíggjarliga. Viðskiftafólkini halda í stóran mun sínar lánsskyldur, og tí ger bankin ikki nógvar niðurskrivingar. Hóast lága rentustøðið avmarkar inntøkurnar hjá bankanum, er hetta
samstundis ein fyrimunur fyri viðskiftafólk bankans, sum hava lán. Í hesum sambandi hevur BankNordik lagt stóran dent á at upplýsa um møguleikan at taka realkredittlán við fastari rentu.

”Vit vilja fyribyrgja, at ein møgulig rentuhækking fær stóra ávirkan á fíggjarligu
støðuna hjá viðskiftafólkum, ið hava bústaðarlán við skiftandi rentu. Tí mæla vit
fólki til at endurskoða lánsviðurskiftini, meðan rentan framvegis er lág. Nógv
viðskiftafólk hava vent sær til okkara í hesum sambandi, og vit kunnu staðfesta, at
alsamt fleiri velja realkredittlán við fastari rentu,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í

BankNordik.
Í mars fór BankNordik undir at veita viðskiftafólkum lán til elbil við serliga lagaligari
rentu. Umframt nýggja fíggingarmøguleikan hevur bankin gjørt av at keypa og seta
upp løðingarstøðir við allar deildir bankans kring landið, har viðskiftafólk ókeypis
kunnu løða bilin. ”Vit vita, at alsamt fleiri føroyingar keypa sær elbil, og tí vilja vit
styðja uppundir jaligu gongdina við at gera tað lagaligari hjá okkara viðskiftafólkum
at velja umhvørvisvinarligu loysnina. Síðani nýggja lánið kom á marknaðin, hava vit
fingið nógvar fyrispurningar frá viðskiftafólkum, sum eru fegin um nýggja fíggingarmøguleikan,” sigur Árni Ellefsen.

Roknskapurin í stuttum
 Úrslitið fyri skatt gjørdist 65 mió. kr. samanborið við 148 mió. kr. sama
tíðarskeið í 2018. Í 2018 var 1. ársfjórðingur merktur av 76 mió. kr. í stakinntøkum fyri søluna av høvuðssætinum.
 Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 38 mió. kr. samanborið við 47
mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.
 Bankin førdi aftur niðurskrivingar á útlánum fyri 19 mió. kr. samanborið við
31 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.
 Rakstrarúrslitið gørdist 57 mió. kr. samanborið við 77 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.
 Útlán hækkaðu úr 9,6 mia. kr. í 1. ársfjórðingi 2018 til 10,0 mia. kr.
 Innlán hækkaðu úr 13,1 mia. kr. í sama tíðarskeiði í 2018 til 14,0 mia. kr.
 Solvensurin hækkaði úr 18,9% í sama tíðarskeiði í 2018 til 19,2%.
 Bankin væntar, at úrslitið fyri 2019 áðrenn niðurskrivingar, virðisjavna og
skatt verður 160-200 mió. kr. (1. ársfjórðingur 2019: 38 mió. kr.). Nettoúrslitið verður væntandi í hægra endanum av spenninum upp á 100-150 mió.
kr., sum áður er kunngjørt (1. ársfjórðingur 2019: 52 mio. kr.).

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.