Framgongd hjá Atlantic Airways í 2018

0
12
Mynd: 24.FO

Stórur ferðafólkavøkstur á Føroyarutuni og økt leiguflúgving gjørdu sítt til, at Atlantic Airways legði 2018 aftur um seg við 16,2 milliónum krónum í avlopi eftir skatt

Við nýggjum flogførum er Atlantic Airways til reiðar til vaksandi flogferðslu til og úr Vágum og vaksandi ferðavinnu í Føroyum. Samstundis arbeiðir felagið miðvíst við at styrkja um samstarvið við onnur flogfeløg. Tað kom fram á ársaðalfundinum hjá Atlantic Airways í dag.

Atlantic Airways hevði 16,2 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2018, ið eru góðar 13 milliónir krónur hægri enn í 2017, tá ið avlopið eftir skatt var 3,3 milliónir krónur. Inntøkurnar tilsamans øktust úr 515 milliónum krónum í 2017 upp í 547 milliónir krónur í 2018.

308.000 ferðandi flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í 2018, ið eru 10% fleiri ferðafólk enn í 2017, og hetta er met.

– Eg frøist um, at hóast harða kapping, ferðaðust fleiri ferðafólk við Atlantic Airways í 2018 enn nakrantíð áður. Framgongdin í ferðafólkatalinum var heili 10%, og avlopið eftir skatt batnaði góðar 13 milliónir í 2018, staðfestir Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.

Gjaldførið var 157 milliónir krónur við árslok 2018, ið eru 18 milliónir krónur hægri sammett við ársbyrjan, tá ið felagið hevði 139 milliónir krónur í tøkum peningi.

Atlantic Airways virkar áhaldandi fyri neyðugum broytingum, ið tæna kundum okkara og felagnum á skilagóðan hátt, og felagið heldur áfram við hesum í 2019.

Felagið gongur á odda at menna flogsambandið við útheimin og føroyska ferðavinnu. Tí byrjar Atlanic Airways beinleiðis flúgving millum Vágar og franska høvuðsstaðin París 1. juli í ár. Ætlanin er eisini á heysti 2019 at fara undir nýggja beinleiðis farleið millum Vágar og New York ein part av árinum.

Nýggj flogfør og nýtt hotell 

Útboðið av flogsetrum hevur ongantíð verið størri enn nú, og tað verður uppaftur størri, tá ið spildurnýggju A320neo flogførini verða latin Atlantic Airways. Fyrra flogfarið kemur í juni í ár, og seinna flogfarið kemur í apríl 2020. Flogførini, ið taka 174 ferðafólk, hava lægri oljunýtslu og lægri CO2 útlát enn verandi Airbus flogfør.

– Við nýggjum A320neo flogførum og nýggjum hotelli, eru vit til reiðar at taka við avbjóðingum, sum liggja fyri framman, har eitt týðandi endamál er at menna Atlantic Airways og føroysku ferðavinnuna enn meira. Samstundis leggja vit dent á altíð at veita kundum okkara eina góða og heimliga tænastu, sigur Niels Mortensen.

Byggingin av nýggja Hilton Garden Inn Faroe Islands hotellinum á Staravegnum í Havn gongur sum ætlað og letur væntandi upp á sumri 2020. Nýggja hotellið verður eitt fýrastjørnað hotell við 130 kømurum, ráðstevnu- og fundarhølum og matstovu.

Í 2019 flýgur Atlantic Airways beinleiðis úr Vágum til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg, Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh, Barcelona, Mallorca og Gran Canaria, París og væntandi eisini New York. Fleiri av farleiðunum eru nú í code share samstarvi við KLM. Væntandi verða fleiri tílíkar codeshare avtalur undirskrivaðar í 2019.

Atlantic Airways leggur stóran dent á burðardygd. Tí er vistveitingin umløgd, so til ber at bíleggja fyri fráferð, samstundis sum minkað verður um úrvalið umborð fyri á tann hátt at avmarka tað, ið fer til spillis í sambandi við tænastur okkara. Borðbúnaður og íløt til vistveitingina verða eisini broytt til umhvørvisvinarligan borðbúnað, ið verður niðurbrotin náttúrliga.

Á aðalfundinum varð eisini staðfest, at samlaða CO2-útláti frá rutuflúgvingini hjá Atlantic Airways er fýra prosent lægri enn fyri tíggju árum síðani. CO2-útlátið fyri hvørt ferðafólk er í sama tíðarskeiði fallið við 33%.

Nevndin í Atlantic Airways fegnast samanumtikið um níggjunda árið á rað við avlopi og um stóra arbeiðið, sum leiðsla og starvsfólk hvønn einasta dag greiða úr hondum fyri at veita eina góða tænastu.

– Vit eru sjálvandi eisini sera takksom fyri øll okkara trúføstu viðskiftafólk og allar teir føroyingar, ið seinastu árini virkið hava valt Atlantic Airways, tá ið tey skulu ferðast, sigur Niels Mortensen.

Øll nevndin var afturvald á aðalfundinum í dag, Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður. Nýggju starvsfólkaumboðini, Jens Eystein í Løðu og Jóhan Vágadal tóku eisini sæti í nevndini í dag.

Vinaliga

Atlantic Airways