24.FO
Home Fólk & Samfelag Politikkur Rættleiðing til Eivin í Sørvági

Rættleiðing til Eivin í Sørvági

Navnin í Sørvági sigur ósætt og tí hesar rættingar.

Navnin í Sørvági ákærur uttan dokumentatión. Tað er púra greitt at hann ikki hevur sett seg inn í tingini og tí veit hann ikki hvat hann tosar um.

Hvi navnin ikki skilur, at Sambandskósin í fiskivinnuni er tann sama, sum hjá Javnaðarflokkinum og hjá Tjóveldi uttan Høgna, veit eg ikki. Men tað sæst við at lesa uppskotið hjá Sambandsflokkinum og halda tað upp ímóti hinum. So kanska navnin lesur uppskotini, áðrenn hann vassar enn longur út á djúpan sjógv.

Eg ætli mær ikki at útlevera nakað. Men um navnin blívur við at siga ósætt, bara tí hann ikki tímir at spyrja í flokkinum og ei heldur at seta seg inn í tingini, so kann tað gerast neyðugt at prógva ósannindini.

Navnin átti at vita, at ein bólkur gjørdi eitt arbeiði og sendi tað víðari 21. oktober. Tann 24 november, dagin fyri floksfund, har bert bólkaleiðari og ikki meinigir limir sluppu við, fingu limir í bólkinum sendandi uppskot frá skrivstovuni, sum skuldi leggjast fyri flokkin dagin eftir. Sum onkur í bólkinum viðmerkti, so var tað farið nakað av sporinum. Ella við øðrum orðum, so var tað ikki uppskotið hjá bólkinum, sum bleiv lagt fyri tingbólk og lokalfeløg. Tað var vist nokk heldur ongantíð ætlanin.

Eg eigi ikki lut í hesum uppskoti. Annars var maður í R7 og greiddi frá, at tað var hann, sum hevði gjørt uppskotið og hesin var ikki limur í nøkrum arbeiðsbólki. Tí kann uppskotið saktans verða akademiskt fyri tað um ongin limur í bólkinum var akademikari. Hetta hevði navnin vita, um hann fylgdi við.

Eg kann upplýsa, at mínar viðmerkingar nevndar í fyrru viðmerkingini til navnan vóru um tað, sum bleiv lagt fyri flokkin og ikki tað sum bólkurin gjørdi. Tað átti navnin eisini at vita.

Tí vil eg heita á navnan um at spyrja seg fyri í Sambandsflokkinum áðrenn hann alment prógvar at hann ikki veit hvat hann tosar um.

Eivind Jacobsen
Strendur

- Advertisment -

Most Popular

Fótbóltur 5 umfær -talva inni á greinini

HB førir í Betri deildini nú 5 umfør eru leikt. NSÍ og KÍ og B36 hava øll 12 stig, meðan HB hevur 15 stig....

Hjálparpakki 4 verður nú settur í verk!

Hjálp, hjálp og aftur hjálp! Jú føroyingar eru, hesar Koronamerktu dagar, gestir í einum veruligum hjápargildi, har vit sjálvi eru vertir. Higartil hevur fólkið í...

Varaleiðari

Vit søkja eftir einum varaleiðara 40 tíma viku. (møguleiki er fyri færri tímum) at byrja 10.august 2020 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er vanliga...

Rørsla í Føroyum

ÍSF og Fólkaheilsuráðið ætla at fáa føroyingar at røra seg, og røra tit tykkum nóg nógv, kunnu tit vinna eitt vikuskifti í Mykinesi, sum...

Seneste kommentarer