Home Fólk & Samfelag Námsfrøðingar / hjálparfólk

Námsfrøðingar / hjálparfólk

by OML

Vit søkja eftir avloysarum, at byrja 15.februar 2019 ella eftir nærri avtalu.

Eitt farloyvisstarv 24 tímar um viku, frá 15.februar 2019 til 15. juli 2019
Eitt starv, at arbeiða 20 tímar um viku, frá 25. februar 2019 til 15.juli 2019
Eitt barsilsfarloyvi 29 tímar um vikuna, frá 11. mars 2019 til 15. juli 2019
Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.15
Størvini eru, at arbeiða við børnum frá 0 til 7 ár
Vit kunnu bjóða tær :
 Ein stovn í menning, har tú hevur møguleikan, at seta tín dám á dagligdagin.
 Ein vælvirkandi starvsfólkabólk.
 Eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Vit vilja hava, at umsøkjarin :
 Hevur góð samstarvsevnir.
 Er nýhugsandi og íbirtari.
 Skal kunna arbeiða sjálvsstøðugt.
 Dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
 Hevur ábyrdarkenslu.
 Hevur áhuga og forvitni í tí námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum.

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11/21 ella 2/8.
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 212557 ella varaleiðaran Dianu
Bertholdsen á tlf. 556648.
Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi, í seinasta lagi týsdagin 12.
februar 2019, kl. 12.00.

Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta
F0 – 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo

Les meira um stovnin á heimasíðuna www.margretha.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.