24.FO

FRÁBOÐAN

Eftir øllum at døma liggur Landsverk framvegis inni við hópin av ógoldnum rokningum fyri
arbeiði á skúladeplinum í Marknagili. Aftur hesaferð er talan um rokningar fyri tíggjutals milliónir krónur, ið Landsverk ikki hevur kunnað Mentamálaráðið um fyrr enn nú í januar. Hetta, hóast Mentamálaráðið bað um fult yvirlit yvir fíggjarstøðuna seint í heyst, og at partarnir eisini hittust á fundi beint eftir nýggjár.

Sum ábyrgdarhavandi landsstýrisfólk má eg bara staðfesta, at álitið á Landsverk er ikki til staðar, og at til ber ikki at virka undir verandi kørmum og skipan, har álit millum partarnar er fremsta fortreytin. Tað ber snøgt sagt ikki til at verja seg ímóti villleiðandi upplýsingum og ósannindum, ella at ein stovnur afturheldur rokningar fyri kreditorum og okkum, sum varða av játtanini – samstundis sum, at sami stovnur hvønn mánað skrivliga hevur váttað, at fíggjarligu viðurskiftini eru í lagi.
Eg meti, at Mentamálaráðið til fulnar hevur fylgt teimum samstarvsavtalum og mannagongdum, sum eru vanligar í byggimálum hjá tí almenna. Tí er tað mín vón, at byggiverkætlanin av skúladeplinum í Marknagili verður kannað, so slíkt ikki endurtekur seg. Her verður bæði hugsað um leiklutin hjá Landsverki, Samferðslumálaráðnum (fyrr Fíggjarmálaráðnum), sum eftirlitsmyndugleika yvir Landsverk og Mentamálaráðnum, sum í hesum førinum hevur umbiðið ein skúla; Herundir fíggjarstýring, leiðsluskipan og ábyrgdarbýti.
Harumframt mæli eg staðiliga til, at skipanin av almennum byggiverkætlanum verður
endurskoðað, so fíggjarlig ábyrgd, eftirlit og ræðisrættur yvir játtanini eru á einum og sama stað.
Fyri at skapa frið um miðnámsskúlan Glasir, og við inniligari vón um, at neyðug játtan verður fingin til vega, so skúlin kann byggjast liðugur sum skjótast, havi eg, av politiskum orsøkum, í dag heitt á Aksel V. Johannesen, løgmann, um at verða loyst úr starvinum sum landsstýriskvinna í mentamálum, og at hetta hevur løgmaður tikið til eftirtektar.

Við hesum takki eg øllum samstarvsfeløgum fyri fruktagott samstarv, nú mær untist at røkja sessin sum landsstýriskvinna í mentamálum í nærum hálvfjóðra ár.

Vinarliga,
Rigmor Dam,
landsstýriskvinna í mentamálum

- Advertisment -

Most Popular

Føroyar og USA styrkja samstarvið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag havt fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu...

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

Seneste kommentarer