Nevndin í Heimafriði skipað

Tíðindaskriv, 7. januar 2019

0
69

Hósdagin 3. januar hevði nevndin í nýstovnaða felagnum Heimafriður sín fyrsta nevndarfund. Nevndin er longu farin til verka og ætlar at skipa fyri upplýsandi átøkum kring alt landið

Á fyrsta nevndarfundinum viðgjørdi nevndin klagur, sum vóru komnar frá borgarum um jólahøgtíðina. Felagið hevur móttikið fleiri klagur og áheitanir frá borgarum, sum kæra sína neyð orsakað av gangi frá  skipum í Tórshavn, Klaksvík, Runavík og Fuglafirði. Klagurnar eru dulnevndar og felagið hevur sent tær víðari til avvarðandi myndugleikar og kommunur.

Nógvu áheitaninar á Heimafrið hesa stuttu tíð, síðani felagið varð stovnað, vísa, at tað er brúk fyri felagnum. Nógv fólk hætta sær ikki at siga frá um larm frá skipum, tí tað snýr seg um okkara høvuðsvinnu.

Nevndin samtykti á fyrsta fundinum at fara undir kanningar og fer at biðja kommunurnar um innlit. Eisini fer nevndin undir at kanna hvørjar lógir um larm eru galdandi í grannalondunum, og um møguligt, hvør tilgongdin til lógirnar hevur verið. Eisini ynskir nevndin at fáa at vita, hvørjar havnir hava umhvørvisgóðkenning.

 Nevndin fer eisini undir at fyrireika upplýsandi átøk kring landið, sum hava til endamáls at tryggja føroyingum heimafrið í framtíðini.

Nevndin skipaði seg soleiðis:

Forkvinna: Trina Eysturoy

Næstformaður: Theodor E. Johannesen

Kassameistari/skrivari: Sylvia Thomsen

Nevndarlimur: Theresa Jákupsdóttir

Nevndarlimur: Niels Midjord