Home VinnutíðindiFiskivinna Jólaheilsan og spurningur til Løgting og Landsstýrið

Jólaheilsan og spurningur til Løgting og Landsstýrið

by OML

Ein størri gøla og nógvar ferðir meir tídningarmikil at viðgerða enn Glasir er, hví nøkur útvald feløg eru við at verða skriva út úr pørtum av okkara fiskivinnulóggávu. Hetta er so ógvusligt og óhoyrt at hetta man fara at verða granska í, komandi árini. Spurningurin er hvar leyp ketan av ?

Júst nú er kunngerð lýst í nágreiniliga sigur hvør skal hava part av makrelinum. Hetta vísir eisini at løgtingið hevur slept endanum og eins í einum tilafturskomnum landi er tað ráðandi ministarin við tilfeinginum sum lutar út úr gávubúðini. Her er eingin objektiv og kritisk viðgerð av støðuni hjá feløgum í fiskivinnuni, ei heldur verður hugt eftir rættartrygdini.

Seinastu árini frá 2010 til 2018 hevur landið útluta eina milliard til ávís feløg í reka fiskiveiðu undir Føroyskum flaggi, tó undantikið feløg í reka línuveiðu við Línuskipum.

Hvussu í Harrans navni er man komin til at feløg í eiga, rækjuskip, flakatrolarar og allur heimaflotin uttan línuskip hava rætt til makrelin undir Føroyum saman við nótaskipunum ?

Stóri spurningurin er eisini um Løgtingið er villeitt av umsiting og løgtingsins umboðsmanni Hetta eigur at verða granska í, komandi árini – hví kundi tað koma so langt.

 

Rættartrygdin fokin

Tá mynduleikin ár eftir ár kann luta út nýggj fiskirættindi undir Føroyum til so ymisk feløg so sum rækjutrolarar, trolbátar og partrolarar og als ikki kann kompensera feløg í reka húkaveiði (Línuskip) fyri veldugum níðurskurðið í døgum, so er grundleggjandi galið við rættartrygdini hjá feløgum sum virka á Føroyagrunninum.

At geva til dømis trolarum útvið 100 milliónir krónir í meir umsetningi um árið við makrelrættindum. Samstundis sum ført verður fram at útróður og feløg í reka línuskip ikki hava rætt til sama tilfeingi er heilt óskiljandi. Støðan hjá húkaflotanum er eins sum hjá teimum í veiða upsa, tosk og hýsu við troli.

Ein av grundarsteinum í fiskivinnulógini, leggur upp til, at tey feløg ið verða rakt av niðurskurði, kunnu fáa nýggj rættindi um hesi eru tøk hjá landinum. Men hesin parturin av lógini verður als ikki nýttur. Lógin frám til 2018

Fiskivinnulógin byggir á, at tað eru teir persónar og feløg í hava veiðurættindi undir Føroyum ið kunnu virka her. Tí er ikki talan um skip ella skipabólkar, men um partafeløg ella persónar.

Nú vit eru á veg inn í nýggja árið vónið eg, at tit fara at hugsa um hvussu tit hava viðgjørt tað vinnu, sum legði lunnar undir vælferðarsamfelagið, tá tað blivu keypt 60 nýgg línuskip til Føroyar. Og í kreppunu í 1993 loystu fleiri enn 20 línuskip og vóru við til, at fiska landið úr kreppuni.

Vónið at hesir kunnu greiða okkum frá hesum:

Mynd: 24.fo 2015 – OML

Tí spyrji eg einaferð enn, hvussu eru tit komin frám til, at feløg í eiga línuskip eru rættindaleys, tá tað kemur til nýggj rættindi undir Føroyum.

Gleðilig Jól og eitt meira rættvíst Nýggjár

 

Óli M. Lassen reiðari

 

Link til fiskivinnugreinar fara at verða settar inn her:

Fiskivinnutjóðin við eitt vegamót

MAKRELURIN NÆRKAST – HEIMAFLOTIN MÁ FÁA SÍN SJÁLVSAGDA PART!

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.