Vælveruøkið í Klaksvík

0
177

 

Týsdagin 11. desember kl.17, verður almenn móttøka í samband við at nýggja vælveruøkið í Klaksvíkar svimjihøll letur upp. Varaborgarstjórin, Signhild Johannesen flytur fram røðu og møguleiki verður at síggja nýgjørdu og snotuligu umstøðurnar í nýggja vælveruøkinum í svimjihøllini, sum er fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Í nýggja økinum eru nógvir møguleikar:

  • Í vælverurúminum er gosbað við vatnmassasju, ið mýkir vøddarnir. Gosbaðið rúmar umleið 12-16 persónum. Hitin er 38 stig, og tað gevur kroppinum linna og vælveru.
  • Heilsuklivin bjóðar ljós- og hitaviðgerð við innreyðum strálum, ið gevur vælveru fyri likam og sál. Ljósviðgerð er lívgandi fyri sinnið og linnar tunglyndi og møði. Í heilsuklivanum eru tríggjar ljóskeldur við dagsljósi, ið veljast kunnu, tá ið heilsuklivin verður nýttur
  • Dampbað er gott fyri strongd og eisini gott eftir harða venjing. Tað er reinsandi, og kroppurin finnur hvílu.
  • Á uttanduraøkinum er ein kaltvatnspottur, kaltvatnsspann og ein brúsa

Les meira um prísir o.a. á www.svim.fo