Home Fólk & Samfelag 818 milliónir útgoldnar í lønum í oktober

818 milliónir útgoldnar í lønum í oktober

by OML

Framhaldandi fer á búskapinum um man hyggur eftir lønargjaldingunum. Her sæst seinasta uppgerð frá Hagstovuni.

Tølini fyri lønargjaldingarnar fyri oktober eru nú tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn, vinnugrein og bústaðarøki hjá løntakarum.

Í oktober vóru 818 milliónir útgoldnar í løn.

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini.

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar.

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar hjá løntakarum eftir bústaðarøki.

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.

Stutt um trendin

Við trendinum faá vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í lønargjaldingunum.

Trendurin er eins og árstíðarjavnaði tøl reinsaður fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.