Home Fólk & Samfelag Møgulig rentuhækking kann raka nógvar føroyingar meint

Møgulig rentuhækking kann raka nógvar føroyingar meint

by OML

Seinastu tíðina hava bústaðartrot og høgu sethúsaprísirnir fylt lutfalsliga nógv í almenna orðaskiftinum og í fjølmiðlunum. Eitt evni, sum tó sjáldan verður viðgjørt, er tann sannroynd, at føroyingar í stóran mun hava bústaðarlán við skiftandi rentu.

Tað merkir, at ein møgulig rentuhækking kann fara at raka nógvar føroyingar, ið eiga egnan bústað, meint. Vit meta tørv vera á upplýsing um hesi viðurskifti, og tí byrja vit í dag eitt átak, sum hevur til endamáls at fáa føroyingar at endurskoða síni lánsviðurskifti, meðan rentan framvegis er lág. Eftir okkara tykki hevði tað verið gagnligt, um kikarin eisini varð settur á hetta evni í fjølmiðlunum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.