Home Fólk & Samfelag Arbeiðsloysið minkað niður í 1,6%

Arbeiðsloysið minkað niður í 1,6%

by OML

Í august var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,6%, samanborið við 1,7% mánaðin frammanundan og 2,4% fyri einum ári frammanundan. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 433 persónar, tað eru 238 færri enn sama mánað í fjør.

Munurin millum kynini er minkaður nakað, og nú er arbeiðsloysið hjá monnum 1,4% og hjá kvinnum 1,8%. Minsta arbeiðsloysið er í Vága og Norðoya sýslum við 0,7% og tað mesta í Suðuroy við 3,9%.

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu fjúrtan árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá august 2017 til august 2018, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

 

Munurin millum kynini er minkaður nógv 
Tá arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, men síðstu tvey-trý árini hevur munurin verið so at siga óbroyttur – tó so, at síðani ársskiftið er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 2,7 niður í 1,8%, meðan tað er minkað hjá monnum úr 1,7 niður í 1,4%.

 

Arbeiðsloysið hjá kvinnum í Vága sýslu bert 0,3%
Meðan Suðuroyar sýsla skilir seg burturúr við tí størsta arbeiðsloysinum, er ikki so stórur munur millum allar hinar sýslurnar:
– Minst er tað í Vága sýslu og Norðoya sýslu við 0,7%.
– Síðan í Norðstreymi og Eysturoy við 1,1% og Sandoyar sýslu við 1,2%.
– So er glopp upp til Suðurstreym við 1,8%.
– Størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 3,9%.

Í øllum sýslum er arbeiðsloysið hægri hjá kvinnum enn hjá monnum, uttan í Vága sýslu.

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá kvinnum í Vága sýslu við 0,3% og hjá monnum í Norðoyggjum við 0,5%. Hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 4,7%.

 

Arbeiðsloysið minkað munandi í øllum sýslum síðsta árið  
Í øllum sýslum er arbeiðsloysið minkað hetta 12-mánaðar skeiðið. Størsta minkingin er í Vágum úr 1,8 niður 0,7%.

 

Verður hugt nøkur  ár aftureftir er arbeiðsloysið sum heild minkað munandi. Tó hevur fallið verið ójavnt í ymisku sýslunum og sveiggjandi. Suðuroyar sýsla er tó í eini serstøðu, har tað eru ógvislig sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað liggur langt oman fyri støðuna í landinum annars.

 

Aldursliga minst arbeiðsloysi hjá teim 45-54 ára gomlu
Minsta arbeiðsloysið við 1,0% er í aldursbólkinum 45-54 ár og hægst hjá teim 25-34 ára gomlu við 2,2%. Serliga stórur er munurin millum kynini í aldursbólkinum 25-34. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.

 

Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
– Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
– Út frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
– Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum.

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.