24.FO
Home Fólk & Samfelag Vælkomin til Vágar, Høgni Hoydal

Vælkomin til Vágar, Høgni Hoydal

Hoyrdi, at tú skuldi á fund íkvøld í Vágum.

Helt, at neyðugt var at gera vart við, at tú nú ert komin til eina politiskt diskrimineraða oyggj. Sum tú leggur til merkis eru ikki byggikranar , kompressarar, lastbilar o.a. í verður fíggja av almennum pengum her vesturi.  Og tú skal gjalda pening fyri at koma til okkara oyggja eftir einum  útgoldnum vegi.

Politiskt er lopið frá gjørdari avtalu um at bummgjaldi skuldi fella burtur, tá tunnilin varð útgoldin. Tað vita øll.

Í mun til vanligan tunnil, so kostar Vágatunnilin 250 túsund krónur meira í raksti. Ídag verða 16 milliónir krónur kravdar inn í eitt partafelag árliga, fyri at gjalda hesa upphædd.

Vit skulu gjalda fyri at koyra eftir útgoldnum vegi. Sum Løgtingið annars greitt segði skuldi gerast landsvegur tá hon var útgoldin.

Hvat við at svara luttakarnum a fundinum, um tit framhaldandi ætla at fasthalda diskrimineringina av Vágoynni og Borðoynni?

Eg taki undir við at diskrimineringin og mjólkaríið  av Vágoynni og Borðoynni verður avtikið.

Tí tað er rættvíst og skilagott og eitt greitt lyfti.

Vóni at tú ert samdur.

Vóni at tú ikki tekur undir við áhaldandi diskrimineringini av Vágum.

Kanska hoyra vit um hetta eftir fundin.

Heilsan

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður.

 

 

Previous articleNýggjur stjóri
Next articleServiðgerðir uttanlands
- Advertisment -

Most Popular

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

SUMMAR VIÐ TJÓÐSAVNINUM

Tjóðsavnið hevur sett saman eina røð av spennandi upplivingartúrum í summar. Túrarnir venda sær til bæði børn og vaksin, sum vilja uppliva okkurt øðrvísi...

Seneste kommentarer