Á ársfundinum hjá NAFO í seinastu viku varð avgjørt at hækka heildarkvotuna fyri tosk á Flemish Kap upp í 17.500 tons fyri 2019. Føroyar eiga 22,35% av heildarkvotuni. Sostatt hækkar føroyska kvotan 1420 tons, úr 2491 tonsum upp í 3911 tons.
Í nýggja vísindaliga tilmælinum var mett at heildarkvotan fyri tosk á Flemish Kap fyri 2019 kundi hækka úr 11.145 tonsum upp til í mesta lagi 20.800 tons. Tilmælið staðfesti eisini, at helst fór ein so stór hækking at hava við sær, at heildarkvotan fyri 2020 skuldi lækka niður í 12.400 tons.
Heildarkvotan fyri tosk á Flemish Kap verður ásett fyri eitt ár í senn. Soleiðis sum útlitini í løtuni eru, verður mett, at hækkingin næsta ár elvir til, at toskakvotan kann gerast meira støðug frá ári til árs, enn um valt varð at hækka kvotuna enn meira fyri 2019.
Á ársfundinum varð eisini avgjørt at fara undir at gera eina langtíðar umsitingarætlan fyri tosk á Flemish Kap. Talan er um eitt umfatandi arbeiði, og ætlanin er, at hetta arbeiðið skal verða liðugt fyri næsta ársfund.
Føroyska kvotan fyri svartkalva og kongafisk fyri 2019 verður ávikavist 211 tons og 69 tons, sum er tað sama sum í ár.
Harumframt vóru ein røð av viðurskiftum viðvíkjandi fiskiveiðuumsiting, eftirliti, gransking og hagtølum viðgjørd á ársfundinum.
Í føroysku sendinevndini vóru umboð fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Fiskimálaráðið, Vørn og Føroya Reiðarafelag.