Mynd 24.fo

1. Hevur landsstýrimaðurin ætlanir um at útiloka ávís reiðarí frá at bjóða á uppboðssølu av fiskirættinum.
2. Um, ja, ætlar landsstýrismaðurin er gera tað umsitingarligt ella kemur landsstýrismaðurin í Løgtingið við uppskoti um lógarbroyting?

Viðmerkingar:

Landsstýrimaðurin í Fiskivinnumálum hevur í miðlunum boða frá, at hann ikki
var nøgdur við seinastu uppboðssølurnar av fiskirættinum. Hann gjørdist
kløkkur av, at tey sterku reiðaríðini høvdu hægsta boð og keyptu fiskirættindini
á uppboðssøluni.

Í miðlunum, hevur Høgni Hoydal róð framundir, at ávís reiðaríðir skulu útilokast frá uppboðssølu av fiskirættindum.

Hvussu ein møgulig politisk útreinsan skal gerðast, er tó ikki greitt. Tí verður
spurt, hvørjar ætlaninir landsstýrismaðurin hevur, hesum viðvíkjandi.

17. september 2018
Jørgen Niclasen
løgtingsmaður