Home Fólk & Samfelag Føroyar minka – »landið« veksur

Føroyar minka – »landið« veksur

by OML

Tað var eitt bakkast fyri fólkaræði, tá ið samtykt varð at gera Føroyar til eitt valdømi. Ætlanin sýntist við hesum vera, at miðsavna alt vald. Eisini skuldi henda samtykt brúkast til at sleppa av við “lokalar landspolitikarar” og sjálvprofilering annars. Ongin ivi er um, at miðsavningin er eydnast, við ferðini hon hevur nú, hinvegin hevur sjálvprofileringin hjá landspolitikarunum ongantíð verið meiri sjónlig enn júst nú.

Vit síggja í dag, at politisku lokalfeløgini kring landið eru skadd, hava meiri og meiri mist sín virkishug og hevur hetta ført við sær, at luttøkan og áhugin hjá borgarunum er minkað.

Tey árini eg havi verið í politikki, havi eg fylgt væl við gongdini og miðsavningini av almennum stovnum og størvum, innan ymisk øki, bæði í Føroyum og eisini í Danmark, sum vit ofta samanbera okkum við. Undir skiftandi stjórnum, hevur rákið verið, at alt skal gerast størri, herðsla er løgd á, eitt nú at sjúkrahúsini í Danmark skulu gerast supersjúkrahús og smærru sjúkrahúsini niðurleggjast.

Í Føroyum hava vit sæð læknar og embætisfólk, sum í størsta mun hava fingið útbúgving sína í Danmark, arbeitt fram ímóti at hetta somuleiðis átti at verið gjørt í Føroyum. Áhaldandi hevur verið stríðst fyri at savna alt virksemi á Landssjúkrahúsinum, við ágangandi, dagligum trýsti á starvsfólk og tilverugrundarlagið hjá smáu sjúkrahúsunum. Hetta er hent samstundis sum trivnaðarkanningar hava víst á, at góður trivnaður er á smærru sjúkrahúsunum. Har verður trivnaðurin ikki bara tosaður um og kannaður – trivnaðurin er har.

Rákið tykist broytt

Seinnu árini hava danskir politikarar sæð álvaran í skaðanum hetta hevur havt við sær. Flokkurin Venstre, ið hevur nógvar atkvøður í Jyllandi, fór tí undir eina grundleggjandi miðspjaðingartilgongd, fyri at styrkja samfelagið, og at fáa virkishugin og mót aftur í økini kring alt landið.

Tað vit síggja nú, er at Sosialdemokratarnir somuleiðis hava sett hetta mál á skrá, stungið út í kortið, at fáa virksemi aftur í smærru sjúkrahúsini. Tað hevur víst seg, at teoretiska ætlanin við miðsavningini, ið ávísir politikarar hava arbeitt fyri, hevur sæð gott út á pappírinum, men er dumpað í praksis, og tí kollsigld. Niðurstøðan er, at hesin politikkur ikki hevur tænt borgarunum og heldur ikki er vorðið bíligari at fíggja.

Landspolitikkarar eiga at hugsa seg væl um. Lata smærru sjúkrahúsini í Føroyum mennast, fáa frið at arbeiða og planleggja, so vit framhaldandi kunnu hava eitt gott heilsuverk, borgarunum at frama.

Tí hevði verið gott at sæð ein politiskan meiriluta, ið bar so í bandi, at landið aftur verður skipað í fleiri valdømi, hvussu hetta so verður gjørt. Kundi hugsa mær við hesum, at ein sunn miðspjaðing gjørdist veruleiki.

Játtan til Klaksvíkar Sjúkrahús

Gott var, at ætlanin við teimum 15 mió. kr., at flyta kommunulæknarnar inn á Klaksvíkar Sjúkrahús, ikki bar á mál. Við flytanini hevði Klaksvíkar Sjúkrahús mist møguleikan at økja um fermetrarnar, sum eru hart tiltrongdir. Fegnist um at fígging er sett av, at fáa eina uppaftur betri uppvenjingarstøð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tað er ein bati, hóast Klaksvíkar Sjúkrahús so avgjørt eisini hevur brúk fyri, í minsta lagi, teimum 15 mió. kr. afturat, sum vórðu settar av. Hvar hesin peningur er endaður, hava vit onki hoyrt aftur um, nú nærum trífjórðingsár er liðið.

Gunvá við Keldu, Býráðslimur

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.