Home Fólk & Samfelag Eitt stórt framstig fyri Sandoynna

Eitt stórt framstig fyri Sandoynna

by OML

Her er røðan, sum løgmaður Aksel V. Johannesen helt í Traðardali í samband við, at skotið varð fyri sandoyartunlinum:

Góðu sandoyingar, góðu áhoyrarar!

Tann 21. februar í fjør løgdu vit til brots við Eysturoyartunlinum, sum er størsta samferðsluverkætlan í søgu Føroya, og nú verður fyrsta skot latið av fyri Sandoyartunlinum, sum er annar parturin av hesi somu stóru verkætlan. Dagurin í dag er byrjanin til enn eitt stórt framstig í føroyskari samferðslusøgu. Vit taka eitt risa fet inn í framtíðina, og er hetta ein søguligur møguleiki fyri framburð fyri Føroyar og okkum føroyingar. Við áhaldandi at stytta um ferðatíðirnar millum tey ymsu økini í landinum, økja vit um møguleikarnar fyri bæði menning og trivnaði í øllum Føroyum. Tað er í tí ljósinum, at vit skulu síggja hesa íløguna.

Um fá ár vera eisini tit sandoyingar munandi nærri almennum tænastum og tilboðum, sum kanska bert finnast í meginøkinum. Í veruleikanum vera tit beinleiðis partur av øllum hesum, tí tað verður so skjótt at flyta seg. Tað, sum í dag tekur ein tíma, ella kanska enntá meira við bíðitíð, fer einans at taka umleið 20 minuttir hiðani úr Traðardali til miðbýin í Havn. Hetta verður av sonnum ein kollvelting!

Í veruleikanum er tað torført at ímynda sær, hvussu stór broytingin verður fyri tykkum, sum búgva her, og sjálvandi eisini fyri okkum onnur, ið kanska síggja tað sum eina minni fyritøku at koma henda vegin. Sandoyartunnilin fer at skapa betri grundarlag fyri enn størri trivnaði í oynni, tí tað verður nógv lættari atgongd til frítíðar- og mentanartilboð í høvuðsstaðarøkinum og aðrastaðni í landinum við. Eisini fer hetta at skapa betri fortreytir fyri nýhugsan og harvið menningarmøguleikum her.

Og vit mugu sanniliga ikki gloyma, at vit sum búgva á meginøkinum gleðast eisini, tí vit fáa eisini lættari atgongd til Sandoynna og tær náttúru- og mentanarperlur, sum tit kunnu bjóða. Okkara bústaðarmøguleikar gerast eisini fjølbroyttari. Hugsa vit um trygd, og kanska serliga heilsutrygd, so verður teinurin til Landssjúkrahúsið munandi styttur og ikki tengdur at nakrari ferðaætlan. Fyri tykkum, ið dagliga pendla millum heim og arbeiðspláss, verður tað eitt ómetaliga stórt framstig, tá koyrandi verður ígjøgnum tunnilin, tí hetta fer bæði at lætta og stytta munandi um tykkara arbeiðsdag. Við tunnilsfarleiðini verður Skopunarfjørður ikki longur ein avbjóðing á vetrardegi.

Við sløkum 11 kilometrum verður teinurin ígjøgnum Sandoyartunnilin tann longsti í Føroyum millum tveir tunnilsmunnar. Eysturoyartunnilin er tilsamans fáar hundrað metrar longri, men tað er sum kunnugt við trimum tunnilsmunnum.

Vit føroyingar hava drúgvar royndir við at byggja tunlar á landi, og eftirhondini hava teir báðir verandi undirsjóvartunlarnir ávikavist 16 og 12 ár á baki. Tunnilsbygging í Føroyum vekir eisini altjóða áhuga. Eg hoyri, at BBC hevur vent sær til Tunnilsfelagið og Landsverk. Stóra bretska útvarps- og sjónvarpsstøðin hevur ætlanir um at framleiða eina sjónvarpssending úr Føroyum, har eitt nú føroyska samferðslukervið verður lýst. Eisini hava útlendskir politikarar vitjað tunnilsfelagið fyri at kunna seg um hesa stóru verkætlan. Eittnú úr Skotlandi og Álandi.

Sum løgmaður eri eg bæði fegin og ikki sørt errin av at standa her í dag. At vera við til at seta skjøtil á hetta risa samferðsluátak er mær ein stórur heiður. Henda risa verkætlan fer at binda okkum føroyingar enn meira saman við teimum fyrimunum og møguleikum fyri menning og trivnaði, sum verkætlanin ber við sær.

Eg fari at enda takka undanfarnum tingfólkum og landsstýrum fyri tykkara lut í hesi verkætlan. Og eisini vil eg takka tykkum politikarum her í oynni, núverendi og fyrrverandi, fyri tykkara áhaldandi arbeiði fyri Sandoyartunlinum. Og ikki minst vil eg takka øllum tykkum sandoyingum, sum gjøgnum árini hava virkað fyri tunlinum.

Tillukku sandoyingar og tillukku allir føroyingar á hesum hátíðardegi!  Og Tunnilsfelagnum ynski eg góða eydnu við at koma á mál við hesi stóru og slóðbrótandi verkætlan!

Takk fyri øll somul!

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.