Home VinnutíðindiFiskivinna (Hví) villleiðir Høgni?

(Hví) villleiðir Høgni?

by OML

Í sambandi við eitt innslag í KVF á middegi, um sáttmálar segði Høgni Hoydal fiskimálaráðharri m.a.

Óli Jacobsen, skrivar

Nýggja lógin [um sjófeingi] er eitt heilt nýtt grundarlag nú rættindini eru hjá persónum og feløgum og ikki beinleiðis knýtt at fiskiførum.

Hetta úttalilsi hjá fiskimálaráðharranum reisir fleiri spurningar, sum tíðindamaðurin tíverri ikki loftaði ella ikki var fyrireikaður uppá.

Fyri at lýsa hetta nærri er eitt fiskifar eitt amboð hjá ávísum felagi, eins og ein lastbilur, ein gravkúgv ella ein bussur er. Eitt amboð er ein fysiskur lutur og ikki ein juridiskur persónur.  Kenni einki fordømi um, at sáttmálar verða gjørdir við nøkur amboð ella fysiskar lutir ella at lastbilar ella bussar hava rættindi.

At myndugleikin sambært lógina skal góðkenna ein ávísan buss til ávísan ferðafólkaflutning broytir ikki tað faktum, at tað er busseigarin, ið er sáttmálapartur við rættindum og skyldum.

Tað er eitt faktum, at veiði- og fiskirættindi síðani 1994 somuleiðis hava ligið hjá persónum og feløgum, ÓHEFT av fiskiførum, men at lógin hevur ásett, at ávís fiskirættindi krevja ávísa góðkenning av fiskiførum fyri at verða gagnnýtt.

Eftir stendur ivin um, HVÍ landsstýrismaðurin førir fram eina faktuelt skeiva upplýsing á einum øki, sum hann hevur evstu ábyrgd av.

Um so er, at Høgni hevur  verið mismæltur, ja, so stendur honum frítt at koma við rættleiðing?

Er Høgni í góðari trúgv og veit ikki betur, ja, so stendur honum eisini frítt at koma við rættleiðing?

Ella villleiðir Høgni Hoydal við vilja?

Hvør ið sanna støðan er, má Høgni verða bestur at svara fyri. Tí er ynskiligt, at tíðindamaðurin fer aftur til Høgna fyri at fáa svar uppá henda spurning.

Óli Jacobsen

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.