Home Fólk & Samfelag Glasir sum legobygningur

Glasir sum legobygningur

by OML

Dagurin nærkast, har Glasir kann takast í nýtslu, og næmingar, lærarar og starvsfólk annars sleppa at flyta inn í sambandi við skúlaársbyrjan eftir summarfrítíðina.

Áhugin fyri hesi størstu bygningsverkætlan í Føroyum nakrantíð, sum heimskenda danska arkitektafyritøkan, BIG – Bjarke Ingels Group – hevur teknað, og sum Landsverk er byggiharri á, er  stórur. Glasir verður kanska ikki okkara “Sydney Opera House”,

Kelda: lv-big 08-05-2018
MODELL: Altjóða áhugin fyri Glasi er framvegis stórur, og bygningurin er ikki vorðin minni áhugaverdur, nú hann skjótt verður liðugur, og innflyting verður til komandi skúlaársbyrjan. Hvør skuldi til dømis trúð, at eitt lego-modell av Glasi fór at síggjast inni á sjálvum høvuðssætinum hjá Lego í Billund.

Dagurin nærkast, har Glasir kann takast í nýtslu, og næmingar, lærarar og starvsfólk annars sleppa at flyta inn í sambandi við skúlaársbyrjan eftir summarfrítíðina.

Áhugin fyri hesi størstu bygningsverkætlan í Føroyum nakrantíð, sum heimskenda danska arkitektafyritøkan, BIG – Bjarke Ingels Group – hevur teknað, og sum Landsverk er byggiharri á, er  stórur. Glasir verður kanska ikki okkara “Sydney Opera House”, men hvør veit, um hesin ikoniski bygningur ikki fer at draga í rúgvuvís av ferðafólki hendanvegin við áhuga fyri arkitekturi. Á fremmandamáli nevnt “architourism”.

Sum tað kom fram í onkrum av fjølmiðlunum herfyri, er nú eisini bygt eitt lego-modell av bygninginum. Modellið verður sýnt fram í nýggja Lego høvuðssætinum í Billund, sum má sigast at vera ein ógvuliga forkunnugur sýnisgluggi at fáa til hesa verkætlan. Sigast skal, at talan er um í alt 10 verkætlanir hjá BIG, sum eru gjørdar í Lego-modelli. Hetta er komið í kjalarvørrinum av, at BIG hevur teknað nýggja høvuðssætið hjá Lego-samtakinum í Billund.

Modellið, sum er umleið 1×1 metur til støddar, stendur í framsýningarhølunum hjá Lego í Billund, og tað er føroyingurin, Helgi Toftegaard, sum hevur bygt legobygningin av Glasi.

Tað er ikki smávegis uppgáva at fara undir at gera eitt slíkt modell. Hóast føroyingurin ikki burturav hevur arbeitt við at byggja modellið, so metir hann seg hava brúkt tað, sum svarar til umleið 10 arbeiðsvikur at fáa tað gjørt.

(Mynd: BIG)

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.