Handilsviðurskifti til umrøðu í London

Kelda og myndir: Uttanríkis- & vinnumálaráðið

0
427

Poul Michelsen hitti 25 apríl bretska handilsmálaráðharran Greg Hands. Teir umrøddu fríhandilstilgongdina millum Føroyar og Bretland eftir Brexit. Landsstýrismaðurin legði fram føroyska ynskið um ein breiðari og betri sáttmála landanna millum, enn Føroyar og ES hava í dag.

At fáa fríhandil við Bretland hevur verið eitt aðalmál hjá landsstýrinum, síðan bretar gjørdu av at fara úr ES.

“Vit hava nú fingu vissu fyri, at í skiftistíðini varðveita vit somu handilstreytir, sum vit hava í dag. Síðani fara vit í felag undir at orða ein nýggjan sáttmála, ið eftir okkara fatan fer at geva betur atgongd til bretska marknaðin enn vit hava,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

Greg Hands legði dent á, at Føroyar eru ein týðandi samstarvsfelagi hjá Bretlandi – bæði av handilsligum, strategiskum og søguligum orsøkum.

“Brexit er ein møguleiki fyri okkum at fáa enn sterkari viðurskifti við Bretland. Fundurin í dag var týdningarmikið fet rætta vegin,” sigur landsstýrismaðurin.

Nógv lond liggja framvið at gera handilssáttmálar við Bretland. Umframt einum fríhandilssáttmála, er eisini tørvur á eini fiskiveiðuavtalu landanna millum.

Undan fundinum við Greg Hands, handilsmálaráðharra, hitti Poul Michelsen Føroyanevndina í bretska tjóðartinginum. Landsstýrismaðurin nýtti høvi at greiða frá arbeiðinum hjá samgonguni higartil og frá málum, sum nú liggja fyri framman.

Seinnapartin skipaði sendistovan í London fyri flaggdagshaldi, har landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum helt røðu. 150 fólk vóru til flaggdagshaldið, teirri millum fleiri limir í bretska parlamentinum, umboð fyri útlendskar sendistovur í Bretlandi og føroyingar, sum búgva í Bretlandi.150 fólk vóru til flaggdagshald í London