24.FO
Home Fólk & Samfelag Politikkur Góður vilji at loysa avbjóðingarnar

Góður vilji at loysa avbjóðingarnar

Bæði Føroyar og Ísland vilja leggja nógv fyri at loysa tær afturvendandi avbjóðingarnar, sum eru í samvinnuni millum londini. Tað gjørdu Aksel V. Johannesen, løgmaður og Katrín Jakobsdóttir, íslendski forsætisráðharrin, greitt á fundi í Tinganesi seinnapartin. Hetta skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuni.

Tað eru fleiri avbjóðingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Ísland. Nýggja fiskivinnulóggávan hevur við sær, at Hoyvíkssáttmálin má broytast. Eisini eru avbjóðingar á fiskivinnuøkinum, har avmarkingarnar hjá føroyskum fiskiførum í sambandi við fiskiskap eftir lodnu í nógv ár hava elvt til ónøgd í Føroyum.

“Valla er nøkur tjóð so nær skyld íslendingum, sum hin føroyska. Mál, mentan og søga okkara er samantvinnað, og lívstreytir okkara í norðurhøvum líkjast nógv. Føroyar og Ísland eru brøðratjóðir. Tí hevur stóran týdning, at vit loysa tær avbjóðingar, ið stinga seg upp. Mín varhugi eftir fundin er, at vit eru í einari skilagóðari tilgongd,” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

- Advertisment -

Most Popular

Havstovan ávarað

Fleiri ferð seinastu 5 árini er Havstovan ávarað, um tað mátti fiskast meira av toski, fyri at føðin ikki bleiv etin upp, á sumri...

Húsarhaldsskúlin

Tað verður sera vakurt og hugnaligt at búgva í Klaksvík tá lív kemur í miðbýin og lív kemur kring Húsarhaldsskúlan. Sum myndin vísur so...

Rentan á orku- og elbillánum lækkar niður í 1,75 %

Frá 1. oktober 2020 lækkar rentan á orku- og elbillánum niður í 1,75%. Ítøkiliga merkir hetta, at eitt húsarhald, sum hevur lán til ein...

Børn og ung skulu hava frítíðarkort

 Vit vilja raðfesta børn og ung, gera tað lættari hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi og samstundis geva ein fíggarligan lætta...

Seneste kommentarer