Fíggjarmálaráðið hevur í dag gjørt sáttmála við Akademikarafelag Føroya fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.
Lønirnar hækka 2,3% tann 1. oktober 2017 og 2,5% tann 1. oktober 2018. Hesar hækkingar samsvara við tað, ið landsstýrið hevur sett av til lønarhækkingar komandi tvey árini.
Nýtt í semjuni eru broyttar ásetingar um barnferð, sum samsvara við tær, sum er gjørdar í øðrum sáttmálum í hesum samráðingarumfarinum. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálunum við Akademikarafelagið altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.
Viðurskiftini viðvíkjandi eftirsitiløn eru eisini tillagaði, og partarnir hava avtalað at arbeiða við einari skipan til meting og innskipan av útbúgvingum í mun til sáttmálan.