Filmurin Línumenn í Norðurlandahúsinum

Norðurlandahúsið

0
334

Nú verður nýggi heimildarfilmurin Línumenn eftir Zacharias
Hammer sýndur í Norðurlandahúsinum.

Filmurin er um okkara saltfiskalínuskip og tess manningar í tíðarskeiðinum frá
1956 til dagin í dag. Tó einamest tíðarskeiðið 1956 – 1994.

Hetta er tíðin har føroyingar fara frá gomlu træskipunum “sluppunum” til nýggj
smíðað stálskip, sum byrjaðu at koma í 1957. Hesi skip fóru longu leiðina vestur
um hav til Grønlands og Nýfoundlands á nýggjar fiskileiðir. Gomlu
víkingaleiðina.

Hetta var tíðin, har ungir dreingir fóru til skips 14 ára gamlir og vóru burturi í 4 til
6 mánaðar. Filmurin er um línumennirnar við teirra persónligu søgum og
frásagnum. Filmurin lýsir væl hesa tíðina, lívið umborð og tá teir komu inn í
fremmandar havnir langt, langt frá Føroyum. Teir siga erliga frá lívinum, tá teir
vóru inni í Nýfoundlandi – á vertshúsum teir flestu, tó onkur í kirkju og í onkrum
guðshúsi.

Hetta var tíðin, tá teir tóku countrytónleikin við sær heim til Føroya.
Filmurin vísur væl lívið heima í Føroyum hetta tíðarskeiðið, úr Hattarvík og suður
til Vágs. Tíðin tá teir koma heim og eru heima. Tordu mangan ikki at hyggja
uppá fólk.

Hesir menn keyptu tey sonevndu 8 mm filmstólini í Grønlandi og í Ný
Foundlandi. Tí finst ein ørgrynna av filmsupptøkum frá hesum túrunum og
lívinum heima.

Filmsýningin verður mánadagin 26. mars kl. 19.00. Atgongumerkir kunnu
keypast á nlh.fo.