17.5 C
Munich
søndag, september 19, 2021

Sosialur ójavni í vandanum fyri typu2 diabetes í Føroyum

Must read

Typa2 diabetes er í dag ein globalur trupulleiki.  WHO metir, at 370 milliónir koma at hava typu2 diabetes í 2030.

Sóra kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum – ”Hvussu hevur tú tað” – hevur millum annað kannað typu2 diabetes í Føroyum. Vár Honnudóttir og Louise Hansen hava arbeitt víðari við kanningini á Deildini fyri Social Medicine á Københavns Universitet.

Nýggju úrslitini nýta data frá umleið 1100 føroyingum eldri enn 18 ár, og kann sambandið ímillum typu2 diabetes og sosioøkonomiskan profil (lýst útfrá útbúgvingarstøði) staðfestast. Samstundis verður hugt eftir, hvussu ymiskir lívstílstættir ávirka samanhangin hjá monnum og kvinnum.

Kanningin vísir, at 6% av føroyingum hava typu2 diabetes (7% menn og 4% kvinnur). Tað eru tó hagfrøðisliga fleiri føroyingar, sum eru á lágum og miðal útbúgvingarstigi, ið hava sjúkuna, samanborið við tey á høgum útbúgvingarstigi. Hesin samanhangur minkar, men er eisini til staðar, tá ið justerað verður hagfrøðisliga fyri lívstílstættum. M.a. kann nevnast, at lívsstílstættir forklára ca. 15-25% av samanhanginum, har eitt høgt BMI og vantandi rørsla hava størst týdning.

Samanumtikið, so eru fólk á lágum útbúgvingarstigi í størri vanda fyri typu 2 diabetes, enn tey, sum eru á høgum útbúgvingarstigi. Samanhangurin er partvíst stýrdur av lívsstíli, har fiti og vantandi rørsla eru størstu orsøkirnar.

Úrslitini eiga at fáa myndileikarnar at hugsa um fólkaheilsu sum breitt øki, har sosialpolitikkur og útbúgvingarpolitikkur eisini eru umráðandi tættir.

 Fólkaheilsuráðið

- Advertisement -spot_img

More articles

- Advertisement -spot_img

Latest article

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.