Home Tíðindir Vinnutíttleikin í Føroyum størstur í Europa

Vinnutíttleikin í Føroyum størstur í Europa

by OML

Av teim 36.000 fólkunum í Føroyum, ið eru í aldrinum 15 til 74 ár, eru umleið 30.000 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Hetta skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Uttan fyri vinnu eru um 6.000. Sostatt er vinnutíttleikin stívliga 83%, roknað fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 84,3%, ið er nakað størri enn hjá kvinnum við 82,0%. Men munurin er nógv minni enn í øðrum londum.

Tað eru sera stór tøl, og er vinnutíttleikin í Føroyum, t.v.s. arbeiðsfjøldin í % av fólkatalinum, tann størsti í Europa, við Íslandi eitt lítið vet aftanfyri.

Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstovan gjørdi í november í fjør. Nógv fleiri og útgreinað úrslit eru at finna í hagtalsgrunninum. Aftast í hesi grein er stutt frágreiðing um arbeiðsfjøldarteljingina.

Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum.


Í talvuni niðanfyri sæst arbeiðsfjøldin í sýslunum kring landið. Streymoyar sýsla er tó býtt sundur í tvey, Norðstreym og Suðurstreym. Í tali er arbeiðsfjøldin av góðum grundum størst í Suðurstreymi, har mesta fólkið býr. Og í mun til fólkatalið er hon eisini størst her við 84,2%. Síðani er hon javnt stór í Norðstreymi, Eysturoy og Norðoyggjum við 83,2 – 83,7%. Og so er hon um 80-82% í Vága, Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

Eftir kyni er vinnutíttleikin hjá monnum størstur í Norðoyggjum við umleið 86,1% og minstur í Suðuroy við 80,3%. Hjá kvinnum er hann hægstur í Norðstreymi við 83,3% (har hann eisini er javnast millum kynini), og lægstur í Sandoyar sýslu við 78,2% (har munurin millum kynini eisini er størstur).

Føroyski vinnutíttleikin størstur í Europa
Vit hava sæð tað eisini í undanfarnu kanningum, at í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Europa. Einans í Íslandi er hon umleið líka stór. Tað verður eisini váttað við uppgerðini hesaferð.

Á myndini niðanfyri eru Føroyar samanbornar við 34 onnur lond í Europa, sambært Eurostat.

Tá vit samanbera úrslitini fyri bæði kyn tilsamans, eru Føroyar og Ísland langt fremst við einum vinnutíttleika ávikavist 83% og 82%. Síðan er eitt lop niður til Sveits við 76%, Svøríki við 74% og Estland við 72%. Niðurlond, Noreg, Týskland, Danmark, Lettland, Bretland og Eysturríki liggja um 69-70%.

Lægstur er vinnutíttleikin í Turkalandi og Italia við 56-57%.

Hjá monnum er Ísland við vinnutíttleika á 86% framman fyri Føroyar við 84%. Men av tí at føroysku kvinnurnar við 82% eru longri framman fyri Ísland við 78%, verður samanlagda úrslitið, at kvinnurnar draga Føroyar beint upp um Ísland.

Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum er vinnutíttleikin hjá kvinnum nógv lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara 2% á muni, 8% í Íslandi og í miðal fyri tey 28 ES-londini er munurin 12%. Nógv størsti kynsmunurin er í Turkalandi við 76% hjá monnum og 36% hjá kvinnum.

Vinnutíttleikin stórur frá teim yngstu til tey elstu
Bæði hjá monnum og kvinnum er ein tann størsti munurin millum Føroyar og Ísland og hini londini, at tey ungu eru nógv meira vinnuliga virkin her enn aðrastaðni, og at tey eldru eru nógv longri vinnuliga virkin, eisini langt út um pensjónsaldur, enn aðrastaðni.

Bæði í Føroyum og Íslandi eru tey ungu longu um 20-ára aldur uppi á 70-80% í vinnutíttleika, samanborið við 50-55% í Danmark og um stívliga 20% í ES-londunum sum heild.

Enn størri er munurin hjá teimum eldru, og tá tað snýr seg um tey elstu 65-74 ára gomlu eru Føroyar og Ísland í serstøðu við einum vinnutíttleika um 40-50% bæði hjá monnum og kvinnum, meðan hann er langt niðanfyri alla aðra staðni – heilt niðri á umleið 10% í ES-londunum sum heild.

Somuleiðis skilja føroysku kvinnurnar seg burturúr: t.d. í aldrinum heilt frá 30 til 60 ára aldur, har vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum er millum 90-95%, samanborið við eini 80% í ES-londunum sum heild.

Um arbeiðsfjøldarteljingina
Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.

Arbeiðsfjøldini er gjørd upp við fullari teljing burtur úr almennum skráum, so sum landsfólkaskránni, samtíðarskattaskipanini, skattaendaskránni, mvg-skránni, arbeiðsloysisskipanini, og veitingar- og studningsskráum í almanna- og undirvísingarverkinum.

Haraftrat er ein spurnarkanning á umleið 1.000 stakroyndum gjørd millum teirra, ið ikki vóru at finna í almennu skráunum.

Teljingin og spurnarkanningin fevnir um fastbúgvandi føroyingar í aldrinum 15-74 ár. Øll, ið høvdu meira enn 1 tíma vinnuligt arbeiði í kanningartíðarskeiðinum eina viku í november, verða flokkað sum arbeiðsvirkin, eisini um arbeiðið var ólønt. Tey sum einki arbeiði hava, verða bert flokkað sum arbeiðsleys, um tey eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur. Tey, sum hvørki hava arbeiði ella eru arbeiðsleys, verða flokkað sum vinnuliga óvirkin.

Útgreinað hagtøl frá arbeiðsfjøldarkanningini eru at finna í hagtalsgrunninum her.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.