Føroyska kvotan av norðhavssild ásett fyri 2018

Kelda: fisk.fo

0
351

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins tikið avgerð um at áseta føroysku kvotuna av norðhavssild til 88.350 tons fyri 2018.

Hóast strandarlondini framvegis ikki eru samd um at býta norðhavssildina sínámillum, samdust tey tó í Keypmannahavn 7. desember 2017 um mest loyvdu veiðu á 435.000 tons fyri 2018, umframt onnur viðurskifti, eitt nú at endurskoða langtíðar umsitingarætlanina.

Føroyski luturin av norðhavssild er hækkaður eitt vet í mun til í fjør til tess at lutfalsliga útjavna nýliga økt krøv frá øðrum pørtum.

Herfyri avgjørdi Høgni Hoydal eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins at áseta føroysku kvotuna av svartkjafti til 493.081 tons fyri 2018, eftir at strandarlondini samdust í Keypmannahavn 7. desember 2017 um mest loyvdu veiðu á 1.387.872 tons fyri 2018.

Fiskiskapurin eftir svartkjafti og norðhavssild í 2018 verður skipaður í kunngerðum og verður kunngerðin um norðhavssild lýst í næstu framtíð.