Ei undur í at fólk í vinnuni og løgfrøðingar enn kenna seg ótrygg við tann nýggja lógarpakkan fyri fiskivinnuna, sum framvegis krevur ábøtur — fongdur við óvissu og opin fyri skaðavirknað av nýggjum reglum og enn ókendum kunngerðum.
Mong mundu, av røttum ella ikki, kenna ein lætta tá nýggj lóg um ‘fyrisiting av sjófeingi’ herfyri varð samtykt í Løgtinginum aftan á broytingarumfør. Fleiri av teimum ið ynsktu umfatandi nýskipan av fiskivinnuni frøddust um at ein tílík endiliga varð staðfest við lóg, og onnur sum frá byrjan høvdu verið heldur skeptisk móti uppskotinum gleddust um at tað hóast alt var eydnast at fáa nógv av tí meira radikala innihaldinum telgt, hølvað og rundað so mikið niður at pakkin yvirhøvur, tá samanum kom, tóktist minni hættisligur enn upprunaliga mett. Aftur onnur, ið kanska ikki høvdu so avgjørdar meiningar um alt kring hesa nýskipan, kundu fegnast um at nú var um ikki annað politiskur friður í væntu her aftan á drúgvt og troyttandi orðageip í áravís.