Home VinnutíðindiFiskivinna Føroyar og Ísland gjørt semju um fiskirættindi fyri 2018

Føroyar og Ísland gjørt semju um fiskirættindi fyri 2018

by OML

Føroyar og Ísland hava í dag 30-01-2018 gjørt semju um fiskirættindini fyri tað, sum eftir er av 2018.

Føroyar og Ísland eru harumframt samd um beinanvegin at fara undir samráðingar um ein nýggjan rammusáttmála landanna millum, har áralanga samstarvið um sínámillum fiskirættindi verður tikið upp til nýggja viðgerð. Hesar samráðingar skulu vera lidnar 1. september 2018.

Sambært semjuni fyri 2018 varðveita Føroyar sína kvotu av botnfiski á 5.600 tons í íslendskum sjógvi og Ísland sína kvotu av makreli á 1.300 tons í føroyskum sjógvi. Hinvegin missir Ísland sína kvotu á 2.000 tons av heystgýtandi sild í føroyskum sjógvi.

Bæði Føroyar og Ísland varðveita síni rættindi til atgongd at veiða sínar kvotur fyri svartkjaft og norðhavssild hvør hjá øðrum, har talið av íslendskum skipum tó kann vera í mesta lagi fimtan í senn.

Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi verður 5% av heildarkvotuni, tó í mesta lagi 25.000 tons. Verður heildarkvotan størri enn 500.000 tons, eru londini tilreiðar at viðgera møguligar tillagingar í fiskiveiðiskipanini landanna millum.

Avmarkingarnar á føroyskum lodnulandingum og virking umborð til matna vera linkaðar við tveimum døgum frá 15. februar til 17. februar.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.