Home Fólk & SamfelagPolitikkur Landsstýrið máar støðið undan týðandi valferðartænastum

Landsstýrið máar støðið undan týðandi valferðartænastum

by OML

Uppskotini um nýskipanir og løgtingslógir, sum nú liggja í tinginum, tryggja haldførið hjá landskassanum, men máa støðið undan grundleggjandi vælferðartænastum, sum kommunurnar veita og kann føra við sær munandi skattahækkingar á borgarar landsins.

Eftir øllum at døma metir sitandi landsstýrið, at fíggjarliga haldførið í føroyska búskapinum kann styrkjast við at flyta útreiðslur úr einum almennum kassa í ein annan.

Eldraøkið er kjarnuvælferð, sum kommunurnar taka í størstum álvara. Henda týðandi tænasta krevur eitt trygt fíggjarligt grundarlag.

Nógv færri pengar til kjarnuvælferð
Meginregla í býtinum millum land og kommunur er, at vald og gjald fylgjast at. Hetta merkir, at tað, ið kommunurnar umsita, gjalda tær fyri. Fyri nú trimum árum síðani bleiv ein tann størsta umskipanin gjørd, tá ið eldraøkið bleiv lagt út til kommunurnar at umsita. Ábyrgdarbýtið á eldraøkinum var klovið millum land og kommunu. Tí bleiv hetta umráðandi øki flutt út til kommunurnar. Henda uppgávan kostar kommununum yvir 400 mió. kr. árliga.

Nú fer landsstýrið inn og broytir við sjálva kjarnuna, sum skuldi fíggja eldraøkið – inntøkan av forskattingini av pensjónunum. Hetta skal nú broytast til ein stigvísan pensjónsskatt. Hesin leistur ger, at kommunurnar missa nógvar milliónir á hvørjum ári. Peningur, sum skuldi verið berandi súlan undir fíggingini av eldraøkinum.

Longu komandi ár fer hetta at kosta kommununum 23 mió. kr., og roknað verður við, at hetta talið fer at hækka upp í 32 mió. kr. í 2026. Somuleiðis lækkar tvungna inngjaldið úr 15 prosentum niður í 12 prosent. Her missa kommunurnar 17 mió. kr. fyri hvørt prosentið, ið tvungna uppsparingin verður lækkað. Sostatt hava kommunurnar 50 mió. kr. minni at fíggja eldraøkið fyri, tá ið tvungna uppsparingin er farin niður á 12 prosent.

Rokning fyri fyritíðarpensjónina send kommunum 

Landið hevur ábyrgdina av øllum pensjónsøkinum. Men ístaðin fyri at taka ábyrgd av egnum málsøki, flytur landið ábyrgdina yvir til kommunurnar at gjalda. Hetta fer at kosta kommununum 25 mió. kr. árliga, og samstundis fær landskassin meirinntøkur á góðar 9,4 mió. kr. árliga.

Landsstýrið hevur lovað, at kommunurnar skulu haldast skaðafríðar av teimum broytingum, sum verða gjørdar. Kommunurnar mugu hava støðugar inntøkur fyri at veita grundleggjandi tænastur til borgaran. Men ístaðin fyri at skapa tryggleika, skulu kommunurnar nú fáa endurgoldið broytingarnar í fyritíðarpensjónini við veiðigjaldi. Tað er ikki fíggjarliga haldført.

Sambært uppskotinum um veiðigjald fara kommunurnar at missa 8 mió. kr. í inntøkum. Um somu tíð fella 300 mió. kr. í landskassan. Enn einaferð sami leistur – nýggjar inntøkur í landskassan – útreiðslur leggjast kommununum.

Aftrat hesum ætlar Landsstýrið at seta ein frádrátt fyri gjald til yrkisfeløg. Hetta uppskot er mett at kosta kommununum aðrar 25 mió. kr. á hvørjum ári.

Um prísurin fyri, at landið fær javnvág í sínum húsarhaldi, er, at kommunurnar mugu niðurlaða sínar tænastur til børn og ung, eins og til tey eldru, ið eru teir borgarar, sum frammanundan hava størsta tørvin, so eigur Landsstýrið at melda greitt út, at hetta er málsetningurin. Tað er lítið sømiligt, at landsstýrið áhaldandi ber fram, at kommunurnar ikki koma at hava ein miss av ætlanunum hjá Landsstýrinum.

Broytingarnar hjá Landsstýrinum skulu styrkja haldførið hjá landskassanum. Hinvegin verður enn einaferð skarvað burturav inntøkugrundarlagnum hjá kommununum. Og hvat er tá vunnið fyri borgaran og samlaða búskapin.

Annika Olsen
borgarstjóri

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.