24.FO
Home Fólk & Samfelag Bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum til 1. viðgerð í dag

Bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum til 1. viðgerð í dag

Á tingfundi í dag verða trý lógaruppskot viðgjørd, sum fara at bøta munandi um bústaðarviðurskiftini hjá fólki við serligum avbjóðingum.

Talan er um 1 viðgerð av

  • Løgtingsmáli nr. 73/2017: Uppskot til løgtingslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn
  • Løgtingsmáli nr. 74/2017: Uppskot til løgtingslóg um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn
  • Løgtingsmáli nr. 75/2017: Uppskot til løgtingslóg um at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu

Lógaruppskotini er ein liður í samlaðu løguætlanini hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum í tíðarskeiðinum 2017 til 2022, sum skal fáa til vega betri og tíðarhóskandi bústaðarkarmar í Suðurstreymi. Landsstýrið hevur í tíðarskeiðinum sett 200 mió. kr. av í løguætlanini til endamálið.

Gongd er sett á fyrireikingarnar og eru bygginevndir settar til at lata landsstýriskvinnuni byggiskrá til byggiætlanirnar, sum er fyrsta stig á leiðini.

Verða lógaruppskotini samtykt, verða verkætlanirnar eftir ætlan lidnar í 2023. Tann fyrsta, búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu, verður væntandi klár í 2021.

- Advertisment -

Most Popular

Børn og ung skulu hava frítíðarkort

 Vit vilja raðfesta børn og ung, gera tað lættari hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi og samstundis geva ein fíggarligan lætta...

Millum korona og pakkaloysnir í høvuðsstaðnum

Tíðargrein Óli M. Lassen, siviløkonomur Eg veri oftani spurdur um vit ikki skjótt fáa afturgongd í búskapinum og kemur ikki ein kreppa ?. Útsagnir sum...

Klaksvíkar kommuna og framtíðin

- rakstur, íløgur og langtíðarætlanir  Vinnuligur framburður við treystum íløguhugi í vinnuna hava skapt og skapa framvegis stóra framgongd í Klaksvík. Søgan vísir okkum á...

Føroyingar fáa CPR-nummar

Landsstýrið fer bæði at gera tað smidligari at samskifta við danskar myndugleikar og fáa atgongd til danskar skipanir. Í næstum verður eitt uppskot latið...

Seneste kommentarer