Home Fólk & Samfelag Minst til at rinda B skatt til tíðina

Minst til at rinda B skatt til tíðina

by OML

Rinda B-skattin fyri 2017 í síðsta lagi 30. januar og spar eykagjaldið á 4%
Lurta
Hevur tú havt onkra B-skattainntøku í 2017, sum tú ikki hevur goldið skatt av enn, sleppur tú undan eykagjaldinum á 4%, um tú rindar í síðsta lagi 30. januar 2018.

Vilt tú vita, hvussu nógvan skatt tú skalt rinda fyri 2017, kanst tú nýta skattaroknaran hjá okkum. Sí leinki niðanfyri. Skalt tú skriva útrokningina út, er best at nýta Chrome ella FireFox.

Skatturin skal flytast á eina av niðanfyristandandi peningastovnum kontum. Viðmerk p-tal og 2017, tá ið tú flytur.

Peningastovnur
BankNordik 6460 101.104.0
Betri Banki 9181 152.861.2
Norðoya Sparikassi 9865 100.188.9
Suðuroyar Sparikassi 9870 100.084.6
Danske Bank 3100 169.349.92

Gev gætur: Rindar tú írestandi skatt í seinasta lagi 30. januar 2018, fært tú sendandi sjálvuppgávu 2017, tí tá er inntøka o.a. at fráboða, sum ikki er skattað í fyribilsárinum. Sjálvuppgávan kann sendast inn aftur í pappírsformi, men lættast er at fylla út og senda á Borgaraglugganum.

Leinki
Skattaroknarin

Borgaragluggin

Vegleiðing um Borgaragluggan

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.