Home Fólk & Samfelag Heðin Mortensen býráðslimur í 45 ár

Heðin Mortensen býráðslimur í 45 ár

by OML

Javnaðarflokkurin heilsar Heðini Mortensen, nú hann á nýggjárinum hevur sitið í samfull 45 ár sum fólkavalt umboð í býráðnum í Havn. Tað er nú einaferð ymiskt, hvussu long virkisleiðin á politiska pallinum hjá okkum er, men at kunna sita 45 ár sum býráðslimur unnast ikki mongum.

Neyvan ivast nakar í, at Heðin, sum eingin annar, er ein rættur havnamaður. Men hóast hetta, so er hann barnføddur og búði fyrstu árini í Trongisvági, haðani bæði foreldrini vóru.  Í 50´unum flutti hann saman við foreldrum og systkjum til Havnar. Her í høvuðsstaðnum livdi hann so síni umgdómsár, og her býr hann framvegis saman við Hjørdis og familjuni, og ikki kann sigast annað enn, at væl hevur hann trivist í Havnini.

Eitt sereyðkenni við Heðini hevur altíð verið, at hann er sera málrættaður og veit, hvat hann fer eftir, og er hann tí eisini sera áhaldandi og drúgvur í øllum sínum fyritakssemi. Sum virkin innan ítrótt og ungdómsarbeiði stillaði hann longu í 1972 upp til býráðið og varð valdur. Heðin hevur síðan vunnið sær stóra fólksliga undirtøku, sum hevur gjørt, at hann hevur verið valdur øll hesi mongu árini.

Árini sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum gjørdu, at Heðin gjørdist tann heilt stóri atkvøðuslúkurin. Men hetta komst ikki av ongum, tí so væl dámdur og lýddur var hann sum fyrsti maður í Havn. Hann røkti starvið sum borgarstjóri við nærlagni og trúfesti mótvegis øllum borgarunum í býnum. Altið væl hýrdur, blíður, virðiligur og til dystin fúsur. Hann setti sær sum mál at menna býin, og sigast má, at væl hevur vignast. So stór gjørdist henda fólksliga undirtøkan, at hann við næsteinasta val vann Javnaðarflokkinum  reinan meiriluta í býráðnum.

Heðin Mortensen hevur verið sera aktivur á so mongum økjum. Har mong fella frá í hálvum leiki, so er eitt eyðkenni við Heðini, at hann er so áhaldandi í øllum, sum hann fæst við. M.a. hevur hann sitið sum forseti í ÍSF í heili 28 ár.

Eitt annað av eyðkennunum við Heðini er, at hann altíð er farin eftir loysnum og møguleikum. Við tí stóru arbeiðsorku, hann hevur, so hevur hann eisini nátt málum, hann hevur sett sær. Hetta hevur so eisini gjørt sítt til, at hann hevur vunnið sær stóra persónliga viðurkenning bæði her heima og í Íslandi og í Danmark.

Hann stillaði fyrstu árini upp til býráðið á borgarlistanum hjá Peturi í Gong. Hann var síðan valdur sum umboð fyri Sambandsflokkin bæði í býráðið og á løgting, til hann í 2004 valdi at koma heimaftur í Javnaðarflokkin.  Í hesum sambandi skal nevnast, at longu aftur í 1965 var Heðin Mortensen saman við m.ø. Tórfinni Smith, sála, Johan Samuelsen og Vilhjálmi Hansen við til at stovna SU ella Sosialistiskt Ungmannafelag.

Heðin Mortensen er Javnaðarflokkinum eitt virðiligt og arbeiðssamt umboð í politiska arbeiðinum í bæði býráði og á løgtingi. Tað er eisini orsøkin til, at flokkurin hevur valt hann í fleiri álitissessir eitt nú innan flokskipanini, sum lim í formansskapinum á tingi og nú sum formann í § 25 nevndini, sum skal viðgera stjórnarskipanina.

Javnaðarflokkurin ynskir Heðini hjartaliga til lukku við 45 ára degnum sum býráðslimur, og flokkurin takkar honum samstundis fyri sera gott samstarv hesi farnu árini við vón um enn fleiri tøk, fólkinum øllum til frama.

Javnaðarflokkurin

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.