Home Fólk & SamfelagPolitikkur Ofra arbeiðspláss fyri makt

Ofra arbeiðspláss fyri makt

by OML

Síðsti fríggjadagur var ein feigdardagur, ein lagnudagur fyri Norðoyggjar. Beint ímóti øllum ávarðingum frá vinnulívsmonnum, fakfeløgum, arbeiðsplássum og øðrum við tilknýti til fiskivinnuna her norðuri valdu okkara umboð úr Norðoyggjum at atkvøða fyri nýskipanaruppskotinum hjá Høgna .

 Tey trúðu meir uppá Høgna, Aksel og Poul enn vinnulívsmenn úr teirra egna øki. Monnum sum hava verið í vinnuni í mannaminni, alt sítt lív, bæði í góðum og ringum tíðum.

Med påholden pen

Framsøgukvinnan úr Framsøkn segði í løgtinginum, at hon ikki vitsti, hvat hetta uppskotið kom at hava við sær. Tað vóru nógvir ósvaraðir spurningar, men hon atkvøddi fyri allíkavæl. Hetta minnir ikki sørt um, tá fólk í gomlum døgum ikki dugdu at skriva, og tá tey skuldu undirskriva okkurt, mátti onkur halda í hondini á teimum meðan tey skrivaðu sítt navn . Tá bleiv viðmerkt mpp, sum merkti med påholden pen. Helst skiltu tey allíkavæl, hvat tað var, sum tey undirskrivaðu, men dugdu bara ikki at skriva sítt navn.
Umbođini í samgonguni duga bœđi at lesa og skriva, men  tey seta  sìtt navn undir nakađ uttan at kenna innihaldiđ til fulnar. Eg nokti íhvørtfall at trúgva, at samgonguumbođini úr Norđoyggjum, Gøtu og av Tvøroyri vita hvat tađ er, sum tey atkvøđa fyri. Ella Vilja tey veruliga, at økiđ, har tey koma frá ,skal gjalda so høgan prìs, fyri at tey kunnu blìva sitandi ? Framsøgukvinnan úr Framsøkn var so mikið erlig, at hon segði, at tað var nógv, sum hon ikki skilti í uppskotinum. Tykist sum, at Einasta, sum hevur týdning , er at verða sitandi við valdinum.
Hetta málið hevur alt at siga fyri Norðoyggjar, men Norðoyaumboðini í løgtinginum tóku ikki eingang orðið undir longu viðgerðini, sum vardi í fleiri tímar. Ikki eingang tey grundgóvu fyri síni avgerð. Hanus Hansen hevur sagt, at tað er veruleiki, at um fiskivinnunýskipanin verður samtykt, so mugu teir sleppa sær av við trolaran Sjúrðarberg. Kristian Martin Rasmussen hevur sagt, at teir mugu umhugsað sína støðu, tí tað verður ikki grundarlag fyri bæði Norðborg og Christian i Grótinum. Tvær manningar eru knýttar at báðum skipunum, so her verður talan um hòpin av arbeiđsplássum, sum hvørva úr økinum. Hetta er òtespilig jólagáva hjá hesum nògvu familjunum, hetta kemur at raka .
Hvar er virðingin fyri sjómanninum, flakakvinnuni ? Hvat við teimum, sum nýliga hava fest búgv og keypt hús. Við ársenda er vanligt hjá feløgum at savnast og taka samanum og hava hugnaløtu og líta frameftir. Tað man verða sera lítið hugaligt, hjá hesum feløgum at hittast við ársenda við hesu døpru útlitum. Tá møguleikin fyri at gera kvettið í fiskivinnuni verður tikin frá monnum, tá verður óhugaligt.
Høvuðs lívsæðrin hjá økinum uttanfyri høvuðsstaðarøki eru tey privatu arbeiðsplássini. Tað eru tey, sum halda lív í. Nú fer samgongan eftir teimum, og tey skulu flytast úr økinum. Skilji ikki,  at okkara umboð vilja vera við til hetta. Ella er okkurt, sum eg ikki veit um. Tað tykist sum alt er fyri Høgna, Aksel og Poul.
Góðu allir norðingarnir í samgonguni vælsignaði vakniđ, síggiđ veruleikan í eyguni og lurti eftir ávarðingunum. Tit hava enn møguleika at steðga niðurlagingini av fiskivinnuni í Norðoyggjum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.