Ein av størstu grundgevingunum fyri, at fiskivinnunýskipanin hjá samgonguni ikki fór at merkjast hjá verandi flota, hevur verið nógva reypið um, at landsstýrismaðurin hevur útvegað nýggj rættindi og hægri kvotur í samráðingum við onnur lond.
Í nógv teimum flestu førunum eru hesi eyka rættindi fingin av einum hækkandi TAC, tá talan er um botnfisk.
Men nú TAC, ið lækkar, eitt nú í toska- og hýsu fiskiskapinum í Barentshavinum, hevur landsstýrismaðurin als ikki megnað at hildið tørn í samráðingunum við russar.
Vit hava latið stórar nøgdir av makreli og norðhavssild til russar, fyri eina munandi lækking á 12,5% í toska- og hýsu fiskiskapinum hjá okkara skipum.
Javnvágin í sáttmálanum millum Føroyar og Russland er versna nógv við soltnað samráðingarúrslitinum.
Hvussu úrslitið í norska partinum av Barentshavinum verður, vita vit ikki enn, men útlitini eru heldur ikki góð, tí ICES mælir eisini til lægri heildarkvotur har.
Ógvusligur niðurskurður í kvotum og brandskatting av vinningi
Undir vanligum umstøðum hevði flotin í Barentshavinum ivaleyst megnað at komi heilskapaður undan niðurskurðinum, tí fiskaprísirnir kvinka ofta nakað upp, tá kvoturnar lækka.
Men við tað, at fiskivinnunýskipanin, sum liggur í Løgtinginum leggur upp til, at umframt niðurskurðin á 12,5% í kvotum, skulu 25% seljast á uppboðssølu og harumframt skulu 7% í framtíðini lutast til onnur skip við økiskvotum.
Talan kann sostatt gerast um ein samlaðan niðurskurð á 44,5% eftir einum ári.
Sum steinur oman á byrðu liggur eitt annað lógaruppskot í Løgtinginum, sum áleggur somu skipum at gjalda omanfyri 70% av vinninginum árini frammanundan í veiðigjaldi.
Vónandi skilur onkur í samgonguni álvaran!
Bjørn Kalsø
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Kelda:samband.fo