Home VinnutíðindiFiskivinna Høgni Hoydal: Kunngerðir hava heimild í lóg!

Høgni Hoydal: Kunngerðir hava heimild í lóg!

by OML

Á Vágaportalinum sigur Høgni Hoydal m.a.:

”Kunngerðir eru nærri reglur, ið verða gjørdar við heimild í eini lóg, tá ið hon er samtykt og hevur fingið gildi. Kunngerðir verða ikki og eiga ikki at verða viðgjørdar á Løgtingi. Hinvegin skal Løgtingið lóggeva og seta heimildirnar. Annars verður lóggevandi og útinnandi valdið vavt saman, og tey skulu vera greitt sundurskild”

 

Mynd: 24.fo 2015 – OML

Hetta er greið tala frá landsstýrismanninum

Í einum skrivi til Løgtingið 9. nov. 2010 (FMR: mál: 201000718/2) nágreinar tásitandi landsstýrismaður Jacob Vestergaard hvat kunngerðarheimildin í § 9 og serskilt § 9, stk. 1,nr. 3 í verandi lóg um vinnuligan fiskiskap fevnir um, landsstýrismaðurin sigur m.a.

Endamálið við § 9 er at geva landsstýrismanninum møguleika fyri, og neyðugu heimildina til, at skipa fiskiskap við generellum reglum. Hetta er tó ikki ein skylda

Fiskiskapurin kann skipast við at gera generellar reglur við heimild í § 9. Tað er tó ikki ein skylda at gera generellar reglur, og eg meti tað heldur ikki neyðugt

Vísast skal á, at undanfarin ár hevur ikki verið vanligt at skipa fiskiskap hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi við kunngerð. Hetta er m.a. galdandi fyri fiskiskap eftir makreli og norðhavssild.

Harumframt kann eg upplýsa, at hvørki eg ella landsstýrismenn undan mær, hava valt at skipa fiskiskapin hjá føroyskum skipum uttan fyri føroysku landleiðirnar við kunngerð.

Hetta var eisini greið tala av tásitandi landsstýrismanni.

Nakrar mánaðar eftir 10. nov. 2010 kemur ein nýggj samgonga til og ein nýggur landsstýrismaður í fiskivinnumálum verður settur. Tann 8. juni  2011, tvs. neyvt sjey mánaðir eftir 10 novembur 2010 verður ein nýggj kunngerð lýst við heimild í 9, stk. 1 nr. 3. (Kunngerð nr. 85 frá 8. juni 2011).

Fyri fyrstu ferð nakrantíð viðvíkur innihaldið í eini kunngerð, útskrivað við heimild í § 9 ikki bert reglur um fiskiskap hjá fiskiførum, men eisini fiskirættindi hjá eigarrum av fiskiførum.

Kunngerðin ásetur beinleiðis, hvussu nógv eigarnir av ymisku bólkunum av fiskiførum skullu hava av ávísum fiskirættindum, m.a fragongur

Av kvotuni, verða 35.000 tons latin eigarum av fiskiførum, sum….. Kvotan verður latin sum egin árskvota.

Av kvotuni verða 22.000 tons verða latin eigarum av fiskiførum, … Kvotan verður latin sum egin árskvota.

Av kvotuni verða  41.450  tons latin eigarum av øðrum fiskiførum undir føroyskum flaggi enn øðrenn en teimum, sum eru fevnd av nr. 1. Kvotan verður latin sum felagskvota við hámarki.

Av viðheftu “langtíðarsemjuni og uppriti” frá 2011 framgongur at politisku flokkarnar í nýggju samgonguni avtalaðu sjálvt býtið, sum var sett í kunngerðina:  hvørjir skipaeigarar skuldu hava hvussu nógv og við hvørjum treytum.”

Høgni Hoydal var ikki bert partur av sokallaðu “Makrelsamgonguni”, hann var eins og hvør einstakur í bólkinum sær – avgeradi stemman í langtíðarsemjuni, sum avráddi býtið.  Tískil átti tað at verið lagamanni hjá landsstýrismanninum, at svara niðanfyristadandi:

  • nær í tíðarskeiðnum frá nov 2010 til 8. juni 2010 skifti kunngerðarheimildin í § 9, stk. 1, nr. 3 innihald – frá at vera ein heimild til (eftir tørvi) at áseta generellar reglur fyri fiskiskapi hjá fiskiførum á fiskileiðini til at vera ein heimild, at áseta og útluta fiskirættindi?
  • hvar í lógini framgongur at bólkar av politikkarum uttanum løgtingið við støði í § 9 eru heimilaðir at taka avgerðir um hvørjir skipaeigarar skullu hava hvat og hvussu nógv?
  • hvar í lógini framgongur at bólkar av politikkarum uttanum løgtingið við støði í § 9 eru heimilaðir at fremja tað diskriminatión sum framgongur av Kunngerð nr. 85 frá 8. juni 2011?
  • hvar í lógini framgongur at bólkar av politikkarum við støði í § 9 er heimilaðir at flokka Athenu, Enniberg, Artic Viking, Ran, Brestir, Ametyst, Jákup B, Oknina, Líðhamar, Gordrúgvan, Norðheim v.m. í ein og sama bólk í fiskiskapi í føroyskum sjógvi?

Neyvan er nakar ósamdur við greiðu taluna hjá Høgni Hoydal um skilnaðin millum lóggevandi og útinnandi valdið og at kunngerðir skullu hava heimild í lóg, men alt hetta, hevur einki virði, um semja ikki eru um, hvat lóggevin hevur lagt í einstøku kunngerðarheimildina. Um hesi viðurskifti ikki er greið, so hava vit lógleysar tilstandir (anarki)

Í novembur 2010 var heimildin í § 9 í lógini um vinnuligan fiskiskap avmarkað til – eftir tørvi – at regulera fiskiskap hjá fiskiførum á fiskileiðini. Í (juni 2011) fevndi heimildin brádliga um, ásetan av fiskirættindum til virðir av hundraðtals milliónum – avrádd av einum bólki av politikkarum uttanum løgtingið.

Bæði kunnu ikki vera røtt

Óli Jacobsen

Argir

Les meira her:

upprit-makrel-kunngerð

Langtíðarsemja-makrelur

 

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.