Home Fólk & Samfelag Fiskivinnunýskipanin kostar kommununum 130 milliónir

Fiskivinnunýskipanin kostar kommununum 130 milliónir

by OML

Ein partur av nýskipanaruppskotinum er at flyta 130 milliónir úr kommunukassunum og inn í Landskassan.

Sambært tí tilfari, sum Fiskimálaráðið hevur sent Ríkisumboðnum, sum so aftur hevur sent Nationalbankanum upplýsingarnar, so má ætlanin verða, at flyta 130 milliónir úr kommunukassunum og yvir í Landskassan.

Undirritaði fekk í summar skjal úr fiskimálaráðnum við útrokningum av tilfeingisgjaldi. Og tað framgongur rættuliga klárt, at ein partur av ætlanini er at lækka hýruna hjá fiskimonnum 652 milliónir. Hesar 652 milliónirnar eru partur av tilfeingisgjaldinum, sum sigst verða 1 milliard.

Havi fyrr víst á, at stórur partur av tilfeingisgjaldinum longu er goldið og tí verður talan í stóran mun um flytingar heldur enn nýggjar inntøkur. Skattur er jú longu goldin av lønini. Men tað missa kommunurnar.

Um vit seta skattaprosenti til 20% so fer Fiskivinnunýskipanin at kosta kommunukassunum 130 milliónir.

Havandi í huga rokið um 12,5 milliónir, so verður stuttligt at vita, hvat borgarstjórarnir siga til at missa 130 milliónir!

Eivind Jacobsen, Strendur

P.S. annars er at siga, at einki fantilsi er í roknistykkinum sum sent er ríkisumboðnum. Men tað vita øll, uttan nakrir búskaparfrøðingar.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.