Home Fólk & SamfelagPolitikkur SKRIVLIGUR FYRISPURNINGUR TIL EYÐGUNN SAMUELSEN, LANDSSTÝRISKVINNU Í ALMANNAMÁLUM.

SKRIVLIGUR FYRISPURNINGUR TIL EYÐGUNN SAMUELSEN, LANDSSTÝRISKVINNU Í ALMANNAMÁLUM.

by OML

Nú arbeitt verður við nýskipan á pensiónsøkinum ynski eg  at spyrja landsstýriskvinnuna, um hon ætlar at gera nakrar munagóðar broytingar í pensiónsviðurskiftunum hjá støkum pensionistum.  Pensionistum,  sum hava mist sín maka og/ella pensionistum, sum ongantíð hava havt maka. Hesi  eru ofta  ringast fyri fíggjarliga.

Viðm. Tað er altíð ein dyggur smeitur at missa makan. Sum steinur omaná byrðu gerast fíggjarligu viðurskiftini hjá tí eftirsitandi makanum nógv verri, tá makin er farin.   Inntøkan verður knappliga næstan  hálverað, men stóru føstu útreiðslurnar eru ofta tær somu ella stórt sæð tær somu. Útreiðslur til SEV, olju, og  húsatrygging verðá stórt sæð tær somu. Útreiðslur til bil vera tær somu.  Útreiðslur til viðlíkahald av húsum  verða  tær somu. Er skuld framvegis í húsinum, so gerst støðan uppaftur  verri.

Nú er lagaliga løtan at lyfta hesi  upp á eitt virðiligt støði.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.