Betri samtakið nýggja leiðslu

Forstjóri í Betri Banka Jean Djurhuus

Betri P/F hevur í dag sett Ben Arabo í starv sum samtaksstjóra. Ben Arabo hevur starvast sum stjóri hjá Atlantic Petroleum síðan 2010. Hann hevur drúgvar royndir á vinnuøkinum og tekur við starvinum 1. desember 2017. Mortan Poulsen, umsitingarstjóri í Betri P/F, virkar framhaldandi sum fyribilsstjóri inntil Ben Arabo tekur við starvinum. Ben Arabo verður samstundis vanligur nevndarlimur í nevndunum fyri Betri Banka, Betri Trygging og Betri Pensjón.

Betri Banki hevur eisini fingið nýggjar stjórar. Jean Djurhuus, stjóri í Betri Trygging, er settur í starv sum bankastjóri og Olav Guttesen, vinnukundastjóri í Betri Banka, er settur sum varastjóri í bankanum.

Olav Guttesen tekur við starvinum beinanvegin og avloysir sostatt Bjørn Mortensen, sum hevur verið fyribilsstjóri í bankanum. Jean Djurhuus tekur við starvinum 1. desember 2017.

Betri Trygging hevur sett Ingunn Eiriksdóttir í starv sum stjóra á Betri Trygging. Ingunn Eiriksdóttir hevur starvast sum fyrisitingarstjóri hjá Tórshavnar Kommunu síðan 2013. Hon tekur við starvinum 1. desember 2017, tá hon eisini fer úr nevndini hjá Betri Trygging.

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.