24.FO
Home Heim & Frítíð Økja fíggjarliga fyrimunin við at langtíðarútleiga bústaðir

Økja fíggjarliga fyrimunin við at langtíðarútleiga bústaðir

Fíggjarmálaráðið 20-09-2017

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur í dag sent eitt lógaruppskot til hoyringar, har mælt verður til at økja fíggjarliga fyrimunin av at langtíðarútleiga bústaðir.

Endamálið við lógaruppskotinum er:

• at økja útboðið av leigubústøðum til langtíðarleigu fyri betur at møta stóra tørvinum á leigubústøðum,
• at eggja til, at bústaðir, sum í dag ikki verða brúktir, heldur verða útleigaðir,
• at fíggjarligi fyrimunurin við at langtíðarleiga gerst størri enn at stutttíðarútleiga, og
• at leigukostnaðurin yvir tíð kann lækka, tí størri partur av leiguinntøkunum gerst skattafríur.

Ein tann størsta avbjóðingin fyri framhaldandi framgongd í føroyska samfelagnum er at loysa stóra og vaksandi bústaðartørvin, serliga eftir leigubústøðum, sum er komin í kjalarvørrinum av stóra vøkstrinum og framgongdini í føroyska samfelagnum og í fólkavøkstrinum seinastu árini.

Hóast nógvir nýggir leigubústaðir eru komnir afturat seinastu árini, Bústaðir hevur t.d. eftir fáum árum útvegað millum 250 og 300 nýggjar leigubústaðir av ymsum slag, og vil í 2019 hava um 500 leigubústaðir, so hevur vøksturin í fólkatalinum og í ferðavinnuni yvirhálað tilgongdina av leigubústøðum.

Nógv bendir á, at alsamt fleiri bústaðir verða stutttíðar útleigaðir til ferðafólk, og at fleiri bústaðir kring landið ikki verða brúktir stórvegis.

Fyri at økja um útboðið av langtíðarleigaðum bústøðum, verður mælt til at økja fíggjarliga fyrimunin við at leiga út til bústaðarendamál.

Mælt verður til, at skattafríi botnfrádrátturin á leiguinntøkum frá langtíðarútleigaðum bústøðum hækkaður úr kr. 24.000 upp í kr. 50.000 árliga. Leiguinntøkur omanfyri hetta verða skattaðar við 25%.

Hetta merkir, at leiguinntøka fer frá at verða 2.000 kr. mánaðarliga skattafrítt og 25% skatt eftir hetta, til at verða omanfyri 4.000 kr. mánaðarliga skattafrítt og 25% eftir hetta.

Hetta er ein skattabroyting, ið gevur munandi størri fíggarligan fyrimun at langtíðar útleiga bústaðir til bústaðarendamál.

”Bústaðaravbjóðingin er stór, tí stóri fólkavøksturin hevur – saman við vaksandi ferðavinnu – lagt stórt trýst á bústaðarmarknaðin. Stórur tørvur er á fleiri leigubústøðum til langtíðarleigu sum skjótast. Við hesum lógaruppskoti er vónin, at vit sum skjótast fáa fleiri leigubústaðir tøkar, so tað gerst lættari hjá føroyingum at fáa leigubústað nú og framyvir. Hetta er eisini fyritreyt fyri framhaldandi fólkavøkstri og búskaparvøkstri”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.


Á 24.FO kann eg siga, at eg haldi hetta er eitt gott stig á leiðini til at fáa fleiri leiguíbúðir. Og takk til fíggjarmálaráðharran at seta hetta í verk.

Óli M. Lassen 

 

- Advertisment -

Most Popular

SUMMAR VIÐ TJÓÐSAVNINUM

Tjóðsavnið hevur sett saman eina røð av spennandi upplivingartúrum í summar. Túrarnir venda sær til bæði børn og vaksin, sum vilja uppliva okkurt øðrvísi...

Fiskaaling, Tari og Hiddenfjord í týskum sjónvarpi

Arte TV, sum er knýtt at kenda týska tíðarritinum Der Spiegel, hevur framleitt eina sjónvarpssending Føroysk taraframleiðsla er partur av heimildarfilmi, sum týska Arte TV,...

Nú verður summar í havn

Herfyri sóknaðist kommunan eftir hugskotum til, hvat kommunan kann bjóða í summar. Knappliga 200 uppskot komu inn, og stívliga helvtin vóru hugskot um, hvat kann...

Fregnartanastan hjá verjuni sigur at danskir stovnar og fyritøkur er í vand fyri njósning á netinum

Les fragreiðingina her frá donsku fregnartænastuni hjá verjuni. Hóttanarmeting frá CFCS fyri 2020 Center for Sybersikkerhed Forsvarets Eterretningstjeneste vurderer, at danske myndigheder og virksomheder er truet...

Seneste kommentarer