Home Fólk & Samfelag Opið bræv til Løgmann

Opið bræv til Løgmann

by OML

Tá framløga var í Tinganesi av uppskoti um fiskivinnunýskipan, nevndi eg fyri tygum, at eg stúrdi mest fyri, at tá deadline nærkaðist, so fór Føroya Løgting at atkvøða eitt uppskot ígjøgnum, sum ongin visti hvat tað var. Eg stúrdi fyri, at í seinastu løtu verða politiskir rossahandlar gjørdir, fyri at fáa ein meiriluta.

 

Eivind Jacobsen

Óneyðugt at siga, at eg stúri væl meira í dag, enn eg gjørdi tá. Tí havi eg skriva hesar reglur.

Ætlanin er ikki at diskutera, hvat er rættast at gera. Ætlanin er bert at umrøða grundarlag fyri støðutakan. Rættari sagt, manglandi grundarlag til støðutakan.

Eg havi tosa við fleiri tingfólk. Bæði úr samgongu og andstøðu. Eg ivist eisini í andstøðuni og lat okkum taka tað fyrst. Andstøðan hevur ongar upplýsingar og tað er sera trupult at fáa nakra skilagóða grundgeving. Men teir eru ímóti og sjálvt um tað er við manglandi ella heilt uttan grundgeving, so broytir status quo sjálvsagt einki til tað verra.

Limir í samgonguni eru sera ivingarsamir. Og tá fleiri av teimum nevna, at um okkurt er heilt galið, so ber til at broyta, eiga allir alarmar at lýsa reytt hjá Løgmanni. Tað er ongin plan B og tí heldur eingin orsøk at halda, at tað ber til at bakka.

Tað er absolut einki sum indikerar, at tingfólk eru greið yvir, hvat tey taka støðu til. Tað er als einki sum týður uppá at tingfólk vita hvørjar avleiðingar møguliga eru av ávísum reglum. Tí eru upplýsingar ikki vigaðar og mettar og niðurstøðan er ikki gjørd á upplýstum og sakligum grundarlag.  Mín uppfatan er, at tað avgjørt er sannlíkt at tinglimir í samgonguni fara at taka undir við einum uppskoti har einasta grundgevingin er: Vit noyðast at gera okkurt.

Nakrar av hesum manglum, kundi Løgmaður hjálpt til at greitt. T.d. við at álagt fiskimálaráðnum at útgreina ávís ivamál, áðrenn uppskot verður lagt fram.

  1. Dupultskatta-avtalur, t.d. Hvar betalur Svitzer skatt(offshore). Hvar betalur Kollafjørð Pelagic skatt? Hvar betalur Eimskip skatt? Hvar betalur Marine Harvest skatt? Hvar betalur Vónin skatt? (sambært PWC í álitinum um fiskivinnunýskipan (3/10-2016) so er orsøk at halda, at nevndu feløg ikki skulu gjalda skatt í Føroyum, men sambært skattaavtalum gjalda skatt í Svøriki, Føroyum, Íslandi, Norra, Íslandi)
  2. Hvar skal ein tilvildarligur normaður, sum siglur við Føroyskum skipi gjalda skatt?
  3. Ber til at skráseta íslendskt skip í Føroyum við dóttirfelag sum betalur skatt í Íslandi?
  4. Ber til at manna íslendska skipið við íslendskari manning?
  5. Hvat við donskum skipum, sum longu nú hava føroyska manning?
  6. Sum sakførari átti løgmaður at kunna um, hvussu ein kreativur advokatur ger ein lógligan manningarsáttmála, sum ikki er eins og tann hjá Føroya Fiskimannafelag og als ikki sum tann hjá Føroya Skipara og Navigatørfelag. Higartil hevur Løgmaður tosa uttanum.
  7. Rentabilitet hjá Føroyskum flakavirkjum og hvussu nær limir hjá FA eru við at missa arbeiði. (Nýggjur fiskur fer nú óvirkaður av landinum. So manglar ikki nógv í at restin fer eisini)
  8. Støddin av tilfeingisgjaldi er higartil hildin loynilig og tað sum upplýst bleiv til seinasta val var ósætt. Upplýsingarnar vóru skeivar og tað áttu búskaparfrøðingar at vita. Hetta er at afturhalda upplýsingum fyri tingfólki. Harumframt var manipuleraða støddin av tilfeingisgjaldi ein orsøk til at samgongan fekk góða undirtøku í miðstaðarøkinum.
  9. Hvussu nógv minni hevði pelagiska kvotan og inntøkan verið, um vit lurtað eftir ICES
  10. Hvussu nógv minkar tilfeingisrentan um eitt nýtt pelagiskt ella barentshavsloyvi verður útskrivað.
  11. Og so tann mest kreativa av øllum. Hvussu skattast vinningbýti útgoldið frá føroyskum felag til felag í Sveis. Tá er vinningsbýtiskatturin 0% (Tað er hann eisini í Sveis) Svar ynskist til dømi, har eitt felag í Føroyum eigur eitt felag í Sveis, sum so eigur eitt annað felag í Føroyum. Hetta seinast nevnda er felagið sum rekur vinnu og hevur avlop og letur partaeigarunum vinningsbýti. Og pengarnir verða standandi í Sveis og onki vinningsbýti verður latið Føroyska móðurfelaganum? Um tygum megna at fáa svarið til at skattur skal gjaldast í Føroyum, ynskist svar uppá hvør ávirkanin er um kona eigarans flytur til Sveis.

Hetta eru alt sera einfaldir spurningur, har alt tíður uppá, at svarið er verri fyri palliba enn verðandi skipan. Svar uppá slíkar spurningar, skal sjálvandi verða út frá tíð at tað longu er komið til skarpskeringar!

Løgmaður átti eisini at vita, at tað at gera eitt uppskot, har tey sum luttaka í vinnuni, konsekvent ikki verða hoyrd, við 100 kunngerðarheimildum er ómøguligt at fyrihalda seg til hjá vanligum Løgtingslimum. Tað verða fleiri hol enn í einari tesíl.

Harumframt átti Løgmaður at gjørt ein plan B, soleiðis at vit øll vita, hvat gerast skal, um tað gongur heilt galið, soleiðis at teir Løgtingsmenn, sum nú halda, at tað ber til at broyta aftaná, veruliga vita, hvat teir tá skulu gera.

Sjálvandi bleiv hetta nógv um skattalógir. Og vit vita, at Løgmaður ikki hevur skattarætt sum speciale. Men tað broytur ikki tað sannroynd, at altjóða fyritøkur brúka nógva orku uppá at gjalda minst møguligt í skatti. Føroyar eru væl ávegis at gerast eitt slaraffenland fyri útlendskar fyritøkur.

Sigi ongan, sum veit eitt sindur um fiskivinnu og altjóða handil ringan fyri at hugsa, at Løgmaður veit, at advokatar eins og Ravnar, hava  tað best fellisár.

Eivind Jacobsen

Strendur

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.