Home Fólk & SamfelagPolitikkur Gerið ikki eina vanlukku !

Gerið ikki eina vanlukku !

by OML

Øll minnast sorgarleikin  á Tvøroyri, tá  Pelagic brendi.

Hetta var ein sorgarleikur , ein vanlukka, sum  ikki var tilætlað, ongin ætlaði tað.  Eg ringdi til borgarstjóran og vísti mína samkenslu.  Eg hoyrdi á málinum á  borgarstjóranum,  at hetta var ein sorgardagur. Hann greiddi eisini frá hesum í fjølmiðlunum. Hendan sólskinssøgan á Tvøroyri var brend burtur, farin upp í royk.

Eg minnist sera væl, tá Pelagic skuldi  byggja á Tvøroyri. Tað  var ikki bara bara  at fáa hetta uppskotið  ígjøgnum, soleiðis, at hesir mætu vinnulívsmenn kundu fara ígongd sum skjótast. Kári P. Højgaard var landsstýrimaður í innlendismálum tá og legði málið fram.

Tað eydnaðist og vit hava síðani verið vitni til succés á Tvøroyri –  eina sólskinssøgu fyri  Suðuroynna, ja  alt føroya fólk. Men so hendi vanlukkan, virkið brann niður. Ongin  vildi hetta og fólk vístu samkenslu. Í útvarpinum søgdu fólk, at tey fluttu av oynni, tí nú var onki arbeiði til tey. Hetta var ikki tilætlað.

Eldurin á Pelagic var ein vanlukka, sum vit ikki vóru harrar yvir, men nú er samgongan í ferð við at leggja eina vanlukku til rættis, hart og brutalt av reindýrkaðari øvundsjúku. Í fyriliggjandi fiskivinnuuppskotinum hjá samgonguni verður arbeitt hart og tilætla við eini kollvelting, eini kollrenning  av arbeiðsplássunum hjá fiskimanninum.  Hundraðtals arbeiðspláss verða koyrd út í óvissuna.

Stjórin á JFK  hevur boðað frá, at um ætlanin hjá samgonguni um uppboðssølu verður gjøgnumførd, so er stórt  sannlíkið fyri at Kósin letur aftur. Við tí missa 150-200 arbeiðsfólk í Klaksvík arbeiðið.

Aftrat hesum kemur  alt tað avleidda virksemið og tað er ikki smávegis.

Hvussu kunnu suðuroyingar í samgonguni gera hetta ? Hesi sum á egnum kroppi  hava merkt, hvussu nógv tað ávirkar at missa arbeiði. Hvussu kunnu tit púrasta ósmæðin tilætla, við vilja ynskja hetta, tá tit kenna fylgjurnar, sum nýskipanin kemur at fáa fyri norðoyingar. Fiskivinnunýskipanin er ikki eitt hendiligt óhapp, av óvart,  men harafturímóti  tilætla, við vilja. Hvussu kunnu tit ?

Heitið á tykkum suðuroyingar í samgonguni: virðið eisini fiskimannin norðanfyri suðuroynna, arbeiðsmannin og flakakvinnuna norðanfyri suðuroynna. Vísið virðing og sleppið ætlanunum um uppboðssølu, antitrust osv.

Tá øll umboðini hjá norðoyingum í samgonguni av fullum huga stuðla samgonguni um uppboðssølu, antitrust osv mugu vit biðja tykkum suðuroyingar í samgonguni um hjálp. Tað eru vit noydd til, tað er okkara skylda.  Tit hava víst vilja og mannsmót,  tá tað snýr seg um tykkara egna lokala øki.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsfólk.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.