Home VinnutíðindiFiskivinna Higartil áleið sama nøgd av botnfiski sum í fjør

Higartil áleið sama nøgd av botnfiski sum í fjør

by OML

 Avreiðingarnar tilsamans av botnfiski eru áleið tær somu fyrstu 7 mánaðirnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Fyri einstøku fiskasløgini av týdningi eru smærri broytingar.  Nakað tað sama er avreitt av hýsu, 7% minni av toski, meðan nøgdin av upsa er vaksin góð 2 túsund tons ella  16%. Hetta skrivar Hagstova Føroya.

Av øðrum botnfiski kann nevnast, at nøgdin av kongafiski er vaksin munandi í ár – úr góðum 500 tonsum upp í smá 1400 tons – ein vøkstur á 138% í ár í mun til í fjør. Av flatfiski er nøgdin tilsamans minkað 19%, og er tað svartkalvin, sum er minkaður ein fjórðing í mun til í fjør.

Avreiðingarvirðið er tilsamans eitt vet lakari enn í fjør. Sjálvt um nakað væl meira er avreitt av upsa í ár, er virðið minkað 11%, samanborið við í fjør.

Myndin og talvan niðanfyri samanber avreiðingarnar januar-juli í ár við sama tíðarskeið undanfarin ár. Tað sæst, at feskfiskaveiðan enn er lág, og seinastu fimm árini at kallað sama nøgd er avreidd.  Higartil í ár er nøgdin áleið til helvtar av tí, hon var sama tíðarskeið árini 2004-2007. Fara vit longur aftur sæst á myndini, at botnfiskaveiðan enntá nú fimta árið á rað er niðan fyri ringu støðuna í kreppuárunum fyrst í 90-unum.

Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór royndin hevur verið.

Nýggjastu avreiðingartølini fyri eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðar upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.