Home Vinnutíðindi Fiskivinna J.F.K.-feløgini: Gott rakstrarúrslit í 2016

J.F.K.-feløgini: Gott rakstrarúrslit í 2016

0
955

J.F.K. feløgini, sum umfata J. F.K., Kósina og Næraberg høvdu í 2016 eitt samlað rakstraúrslit upp á 44,6 mió. kr. eftir ein samlaðan skatt upp á 10 mió. kr.

Úrslitið hjá JFK var 20,6 mió. kr., hjá Kósini 6,1 mió. kr. og hjá Nærabergi 17,9 mió. kr.

Um 800 fólk – harav umleið 530 í føstum starvi – fingu løn í feløgunum í 2016. Útgoldnar vóru umleið 300 mió. kr., harav JFK var 117 mió. kr., Kósin 70 mió. kr. og Næraberg 98 mió. kr., umframt at løn eisini varð goldin frá øðrum feløgum, sum eru knýtt at samtakinum.