Home Fólk & Samfelag Klaksvík skal vera ein kommuna fyri øll

Klaksvík skal vera ein kommuna fyri øll

by OML

Sjálvandi skal Klaksvík vera ein kommuna, har tað er pláss fyri øllum borgarum, og tí fegnist eg um, at vit nú nærkast málinum, at Umsorganarheimið Gloria er um at gerast veruleiki, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini.

– Kommunan fær javnan fráboðanir frá avvarðandi og frá Norðoya Bú- og Heimatænastu um menniskju, sum eru heimleys, so vit mugu ásanna, at tørvur er á einum húsi sum hesum. Vit hava eisini eina samfelagsliga skyldu at taka okkum av øllum okkara medmenniskjum.

– Tí hava vit hesar seinastu mánaðirnar – í góðum samstarvi við stigtakararnar og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum – arbeitt við at seta á stovn Umsorganarheimið Gloria.

– Á seinasta fundi í Trivnaðarnevndini eldri og bústaðir mæltu vit býráðnum til at játta kommununnar part av stuðlinum til Gloria, og á býraðsfundinum 22. juni 2017 tók eitt samt býráð undir við hesum. Í løtuni verða tey formligu viðurskiftini fingin upp á pláss í samráð við Almannaverkið, og í næstum verður enn ein fundur við landsstýriskvinnuna um landsins part.

– Hetta er eitt dømi um, at tað ber til at koma langt, tá ið bæði sjálvbodnir stigtakarar, kommuna og land samstarva og lyfta í felag – í hesum føri fyri at bøta um liviumstøðurnar hjá nøkrum menniskjum, sum av ymsum orsøkum eru heimleys og einki tilboð hava.

– Málið er, at heimið kann lata upp fyrst í 2018, sigur Beinta Klakstein, trivnaðarnevndaforkvinna, sum í næstum fer á fund við Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.