Home Fólk & Samfelag Manglandi innlit kært til Løgtingsins umboðsmann

Manglandi innlit kært til Løgtingsins umboðsmann

by OML

9 juni sendi eg hesa umbøn um alment innlit. Enn havi eg einki innlit fingið. Havi tí kært til Løgtingsins umboðsmann, sum hevur sent skriv til fiskimálaráðið og biðið um frágreiðing.

Umbønin um innlit var soljóðandi:

Hervið verður biðið um innlit í málið um Atlantsfarið, sum vist nokk nú eitur Norðhavið.

Tað sum innlit ynskist í er í samband við broytingar í eigaraviðurskiftinum sum hendu fyri tíð síðan.

Tað er soleiðis at tvey fólk í Kollafirði (tími ikki at nevna nøvnini) blivu eigarar av føroyska partinum av partapeninginum. Í hesum sambandi hevur fiskimálaráðið havt trupulleikar við at avgreiða loyvið og hevur skipið ligið á Hulki í langa tíð.

Tað sum ynskist innlit í er

1. Váttan um at eigaraviðurskifti er í lagið viðv. útlendskum eigaraparti. Mær vitandi undirskriva av (navn á tveimum persónum, harav annar er advokatur, er nevnt í innlitsumbøn, men strika í hesum skrivi)

2. Váttan um at viðurskifti nevnd í punkt 1 IKKI eru í lagið. Hetta er mær upplýst at verða av somu persónum.

T.v.s. at tað fyriliggja 2 váttanir, sum siga tað mótsætta. Vit vita øll, at slíkar váttanir verða givnar við revsiábyrgd.

Avrit av fundarfrásøgn millum nýggja eigaran av føroyska partapeninginum og fiskimálaráðið, har spurt var um hví Landsstýrismaðurin ikki meldaði hetta mál til løgregluna.

Víðari verður biðið um innlit í somu fundarfrágreiðing, har landsstýrismaðurin svarar, at tað er ikki hansara borð, men eitt mál hjá umsitingini.

Harumframt ynskist alment innlit í tað av hesum málið, sum til ber at fáa innlit í.

Flytanin til Ocean Group Faroes hevur ongan áhuga.

So mong vóru orðini í umbønini um innlit, sum enn ikki er svarað.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.