Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag skipa fyri mótmælistiltaki við tinghúsið.

Tá fiskivinnunýskipanin var til fyrstu viðgerð í dag var stórt mótmælistiltak í klubbagarðinum í Tórshavn. Myndir 24.fo

Mótmælistiltakið byrjar klokkan 9, ein tíma áðrenn tingfundin, sum bert hevur tvey mál á skrá, nevniliga uppskotini til fiskivinnunýskipan hjá ávikavist samgonguni og Sambandsflokkinum.

Á tiltakinum vóru  talur hildnar í Klubbagarðinum, og tingfundurin var eisini stroymdur á stórskíggja.

Í lýsing um tiltakið siga fyriskipararnir millum annað soleiðis:

“Um uppskotið hjá samgonguni verður samtykt av Løgtinginum, so fer hetta at raka allar limir felagsins sera dygt, og tí er umráðandi at allir limir felagsins mótmæla uppskotinum.”

Hava tingfólk lisið Fiskivinnuuppskotið hjá samgonguni ?

Viðgerðin í tinginum var so yvirorðna at ein kann óttast at fleiri í samgonguni og tingfólk annars ikki hava lisið uppskotið so gjølla. Sum eg havi skilt tað so vóru eisini sera fáir kritiskir spurningar á samgongufundi, tí er tað uttan iva fá fólk í veruliga hava sett seg inn í uppskotið og hvad fyri avleiðingar tað hevur fyri vinnuna og hvussu nógva magt lógtingið frásigur sær tá fiskimálaráðharrin kann stýra vinnuni við kunngerðum.

Spurningurin ið als ikki verður viðgjørdur er hvussu er veruliga støðan hjá heimaflotanum og hvussu kunnu partafeløg og veiðumenn liva í fiskivinnuni.  Eitt serra innantómt tos.

Óli M. Lassen, reiðari