Høgni, Aksel og Poul bukaðir uppá pláss av Suðuroyarumboðum !

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingslimur

0
843

Samgonguumboðini úr Suðuroynni stóðu sína roynd og fingu tillagingar, sum bøttu um støðuna í teirra lokala øki. Tey bukaðu Høgna,  Aksel og Poul uppá pláss.   Okkara umboð í Norðoyggjum hava harafturímóti  alment verið úti og stuðla niðurlagingini av fiskivinnuni í Norðoyggjum –sum er  teirra egna øki – trúgv tí, hvør ið trúgva vil.    Møguliga siga tey seg  arbeiða  í tí stilla, men tað hevur ikki givið nakað úrslit higartil  – tvørturímóti.

Vit hava hoyrt samrøðu við Hanus Hansen á in.fo.  Har sigur hann, at hetta verður katastrofa fyri hansara virksemi.

Virksemi hjá JFK  og øðrum línubátum verður niðurlagað í stóran mun.  Tað kann koma at merkja, at hópur av  arbeiðsplássum blíva flutt úr Klaksvík.

Vit hoyrdu eisini  aðra samrøðu við kendan skipara og skipaeigara um fiskivinnunýskipanina, og hann brúkti orðið Kaos um nýskipanina.

Vilja øll okkara  samgonguumboð fyri Norðoyggjar  veruliga standa model til hesa kaoskatastrofu ?

Krumtappurin, lokomotivið í Norðoyggjum er júst fiskivinnan. Hon skapar nógv arbeiðspláss og hevur ovurhondsstóran týdning.

Jarðarferðarstemningur í rokfiskiskapi. 

Manningin á Sjúrðarbergi hevur skrivað opið bræv til Føroya Landsstýri. Teir eru skelkaðir og  har er jarðarferðarstemningur umborð , hóast teir hava rokfiskiskap.

Formaðurin í fiskimannafelagnum Jan Højgaard tosar um møguleikan at leggja flotan. Tosar hann eisini  fyri deyvum oyrum ?

Hvat vigar tyngri hjá samgonguumboðunum,  at akta  Høgna, Poul og Aksel, ella at tæna  fólkinum, sum her búleikast ? Skulu tey ikki vera fólksins tænarar ?  Nei við hesi gongdini er hetta broytt til, alt fyri landskassan.

Javnaðarflokkurin, sum skal eitast fyri at hava verkamannin í sínum skjaldramerki og Tjóðveldi, sum var flokkurin hjá sjómanninum, hava tit samvitsku til at gera hetta ?

Samgongan vísir manglandi virðing fyri sjómanninum

Vit hoyra við jøvnum millumbilum, at onki alment arbeiðspláss skal flytast úr høvuðsstaðnum.  Um bara  onkur  dittar sær at nevna møguleikan,  verður alt á gosi. Somu fólk himprast ikki við at flyta arbeiðspláss  í fiskivinnuni runt í Føroyum.  Soleiðis blíva hesi  lokalu arbeiðsplássini enn meir ótrygg, enn tey vóru frammanundan.

Skulu vit eisini hava 17,5 % antitrust inn í hvar almenn arbeiðspláss eru staðsett, ella eru tey arbeiðsplássini meir verd ?   Hvat við  heilsøluvirksemi ?  Tá hevði pípan fingið annað ljóð, tí tað hevði rakað annarleiðis.  Tað er lættari at fara aðrastaðni at  gera fortreð.

Skulu vit hava antitrust inn í vallógina ?  Útvið helmingurin av føroyingum  búgva nú í høvuðsstaðnum, og Havnin hevur fingið  ov stórt vald. Skulu tí  einans 17,5 % veljast á ting har ?

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingslimur