Home Tíðindir Góður 1. ársfjórðingur hjá BankNordik

Góður 1. ársfjórðingur hjá BankNordik

by OML

Ársins fyrstu tríggir mánaðir hava roynst væl hjá BankNordik. Roknskapurin hjá samtakinum fyri ársfjórðingin vísir eitt rakstrarúrslit á 43 mió. kr. og eitt úrslit áðrenn skatt á 57 mió. kr. Økta virksemið í føroyska samfelagnum sæst aftur í hóvliga útlánsvøkstrinum hjá BankNordik.

”Úrslitið í fyrsta ársfjórðingi samsvarar við væntanirnar, og tað eru vit væl nøgd við. Í Føroyum eru tað serliga høgu sethúsaprísirnir og økta samfelagsvirksemið, sum hava ein hóvligan útlánsvøkstur við sær. Væntandi fer góða gongdin at halda fram í 2017,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

 

Fyrsti ársfjórðingurin hjá samtakinum er merktur av, at rentuinntøkurnar hava verið undir støðugum trýsti, meðan inntøkurnar frá tænastugjøldum eru hækkaðar nakað.

BankNordik hevði 0 mió. kr. í niðurskrivingum av útlánum í fyrsta ársfjórðingi, og hetta metir bankin vera sera nøktandi. Jaliga gongdin seinnu árini við lágum niðurskrivingum stendst lutvíst av skynsama kredittpolitikki bankans og lutvíst av góðu búskaparligu gongdini. Samansetingin av útlánum bankans er væl spjadd á ymsar vinnugreinar, og harumframt er kredittváðin hjá samtakinum minkaður munandi í sambandi við avtøkuna av danska vinnukundavirkseminum. Sostatt telja vinnulán bankans einans ein triðing av samlaðu útlánunum, meðan útlán til privat telja tveir triðingar. Tí væntar BankNordik, at niðurskrivingarnar fara at halda sær á einum lágum støði í 2017.

Meira enn helvtin av samlaða úrslitinum hjá BankNordik stavar frá virkseminum í Danmark og Grønlandi; tað svarar til umleið 27 mió. kr. áðrenn skatt fyri ársfjórðingin. Bankin hevur skipað arbeiðsøkini soleiðis, at ein stórur partur av starvsfólkunum í Føroyum loysir uppgávur fyri bankadeildirnar í Danmark og Grønlandi.

”Virksemið uttanfyri landoddarnar hevur alstóran týdning fyri okkara samlaða virksemi og fyri størvini í føroyska partinum av samtakinum. Vit hava valt at miðsavna uppgávur í Føroyum til tess at menna og varðveita servitan her á landi. Tískil kunnu vit bjóða okkara dugnaligu starvsfólkum avbjóðandi og fjølbroytt størv í Føroyum, har arbeiðsøkið fevnir um føroyska, danska og grønlendska marknaðin. Hetta meta vit vera ein stóran fyrimun fyri tann einstaka, fyri bankan og samfelagið sum heild,” sigur Árni Ellefsen.

Hetta er fyrsta roknskaparframløgan hjá BankNordik-samtakinum eftir søluna av íslendska tryggingarfelagnum Vørði og avtøkuna av danska vinnukundavirkseminum. Hóast strategisku broytingarnar hevur bankin eina nettotilgongd av kundum, og tað er leiðsla bankans væl nøgd við.

Trygd, sum er dótturfelag hjá BankNordik, varð merkt av stórum skaðum í desember í fjør. Virksemið hjá felagnum er í fyrsta ársfjórðingi komið í eina vanliga legu aftur, og úrslitið fyri tíðarskeiðið gjørdist 2 mió. kr. áðrenn skatt.

Ársfjórðingurin hevur eisini roynst væl hjá meklarafyritøkuni Skyn, sum hevur selt nógvar ognir í hesum tíðarskeiðnum.

Roknskapurin fyri 1. ársfjórðing 2017 í stuttum

  • Úrslitið áðrenn skatt var 57 mió. kr. samanborið við 25 mió. kr. sama tíðarskeið í 2016.
  • Rakstrarúrslitið áðrenn niðurskrivingar var 43 mió. kr. samanborið við 49 mió. kr. sama tíðarskeið í 2016.
  • Niðurskrivingar av útlánum vóru 0 mió. kr. samanborið við afturførdar niðurskrivingar á 1 mió. kr. sama tíðarskeið í 2016.
  • Útlán bankans minkaðu við 802 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í 2016. Hetta er í fyrstu atløgu ein avleiðing av avtøkuni av danska vinnukundavirkseminum.
  • Innlán bankans hækkaðu úr 12,5 mia. kr. í fyrsta ársfjórðingi í 2016 til 12,7 mia. kr.
  • Solvensurin var 18,4% samanborið við 17,2% sama tíðarskeið í 2016.
  • Bankin væntar ein lítlan útlánsvøkstur, og at úrslitið fyri árið áðrenn niðurskrivingar, virðisjavna og skatt verður 150-190 mió. kr. (1. ársfjórðingur 2017: 43 mió. kr.)

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.