Home Fólk & Samfelag “undirsjóvar akvarium” á Borðoyarvík.”

“undirsjóvar akvarium” á Borðoyarvík.”

by OML

Her kanst tú lesa um áhugaverdu verkætlanina í løgtingskvinnan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur lagt fyri tingið.

Minnilutin setir tí fram soljóðandi b r o y t i n g a r u p p s k o t “Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri tingið lógaruppskot, sum hevur til endamáls at stuðla privatum initiativi í sambandi við “undirsjóvar akvarium” á Borðoyarvík.”

Álit í løgtingsmáli nr. 49/2016 Uppskot til samtyktar um at byggja Føroya akvarium í Klaksvík Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður, hevur lagt málið fram 19. januar 2017, og eftir 1. viðgerð 7. februar er tað beint Mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 8. og 15. februar 22. og 29. mars 2017. Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Føroya Sjósavn, Klaksvíkar kommunu, Tórshavnar Kommunu og Sjómannadagin í Klaksvík.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. Meirilutin (Hanna Jensen, Kristianna W. Poulsen, Óluva Klettskarð, Katrin Kallsberg og Jónleif Johannesen) metir, at arbeiðið við at byggja upp sjósavn/akvarium í Føroyum er farið í gongd og staðfestir, at eitt samstarv er um hesa uppgávu longu nú, har sjálvsognarstovnur við 10 árum á baki við stuðli frá kommunu og landi rekur virksemið.

Føroya Sjósavn hevur greiðar ætlanir um útbygging og víðkan av virkseminum á sama staði, sum savnið heldur til í dag, og er í samskifti við ymiskar partar um hetta. Sum skilst eru ongar ætlanirum at byggja ella stuðla einum akvarium í Klaksvíkar býráð við núverandi meiriluta, hóast partur av býráðnum er sinnaður at stuðla tí. Um eitt akvarium skal vera i Klaksvík, og um Føroyar kunnu hava tvey ella fleiri alment stuðlað sjósøvn, eru spurningar, sum, meirilutin metir, skulu viðgerast, tá møguligar ítøkiligar ætlanir fyriliggja frá einum umhvørvi, sum tekur stig til eitt akvarium.

Tí tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Minnilutin (Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø) hevur hesar viðmerkingar: Uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur veruliga sett spurningin um akvarium og sjósavn á dagsskránna. Uppskotssetarin hevur alla tíðina lagt dent á, at ætlanin ikki hevur verið at taka nakað frá Føroya Sjósavni á Argjum, og minnilutin tekur fult undir við hesum og mælir eisini framhaldandi til at stuðla Føroya Sjósavni og teimum ætlaðu útbyggingum, ið har skulu gerast.

Í uppskotinum verður Føroya Sjómannadagur í Klaksvík nevndur, og er hann uttan iva íblástur til hetta uppskotið um akvarium, tí í sambandi við sjómannadagin hava kør við livandi fiski verið sett upp á Stongunum, og hetta hevur verið ógvuliga væl móttikið. Undir viðgerðini í Mentanarnevndini hava umboð fyri Sjómannadagin lýst ógvuliga áhugaverdar og nýhugsandi ætlanir um eitt ”undirsjóvar akvarium” á Borðoyarvík, sum kann gerast eitt sera áhugavert øki fyri frítíðarkavarar, har gomul skip longu eru og verða søkt, og ætlanir eru eisini um at leggja ein ”glasstunnil” út í sjógvin fram við taraskógnum á einum ávísum øki soleiðis, at fólk eisini kunnu fáa upplivingar undir sjónum. Fleiri onnur hugskot eru eisini í hesum sambandi, og kanningar um møguleikar og eisini kostnað eru í gongd. Vert er at nevna, at andstøðan í Klaksvíkar býráði hevur víst uppskotinum hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur stóran áhuga og hevur eisini mælt til at seta pening av at stuðla tiltakinum.

Minnilutin heldur, at hugskotini hjá Føroya Sjómannadegi eru ógvuliga spennandi og áhugaverd, og fer tí at mæla til – í staðin fyri nú beinanvegin at heita á landsstýrið um at leggja lógaruppskot fram – at samtykkja eitt broytingaruppskot, har heitt verður á landsstýrið um at stuðla Føroya Sjómannadegi í sambandi við fyrireiking av ætlanunum um eitt “undirsjóvar akvarium”. Mett verður, at brúk verður fyri einum 300 túsund kr. til hesar kanningar. Fleiri onnur spennandi prosjekt liggja eisini í ætlanunum hjá Føroya Sjómannadegi.

Minnilutin setir tí fram soljóðandi b r o y t i n g a r u p p s k o t “Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri tingið lógaruppskot, sum hevur til endamáls at stuðla privatum initiativi í sambandi við “undirsjóvar akvarium” á Borðoyarvík.”

Við hesum broytingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið Mentanarnevndin, 28. apríl 2017

Hanna Jensen Kristianna W. Poulsen Óluva Klettskarð formaður

næstformaður Katrin Kallsberg Jónleif Johannesen Jógvan á Lakjuni Bjørn Kalsø

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.